Tíðindi


Støðugt næmingatal í Porkeri

Í Porkeris skúla eru 26 næmingar. Eitt tal, ið hevur verið nokkso støðugt nú í fleiri ár, úr 24 upp í 27. Eini 320 fólk búgva í Porkeri, sum er ein av landsins elstu bygdum

6. september 2017

Í Porkeris skúla er hálvt fjórða lærarastarv. Mannbjørn Olsen er fyrstilærari. Hinir lærararnir eru Súsanna Krosslá úr Porkeri og Kirstin Strøm Bech úr Vági. Danska Trine Camille Joensen røkir tað hálva starvið, sum tað verður rópt.

Annars hevur Mannbjørn Olsen, fyrstilærari, søkt eftir stuðli. Teir veiku næmingarnir í skúlanum hava brúk fyri einum stuðli til einar 13 tímar um vikuna, sigur hann.

Miðskeiðis í 90'unum var talið á næmingum í skúlanum í Porkeri uppi á 62, so tað er minkað rættiliga nógv.

- Jeg rokni við, at tey ungu koma ikki aftur. Tað eru tey, sum eiga børnini, og tey koma ikki aftur. Tá ið tey hava fingið eina útbúgving, fara tey í starv aðrastaðni, sigur Mannbjørn Olsen, fyrstilærari.

Samstundis við at barnatalið er minkað so nógv, eru eini 100 fólk færri í bygdini síðan miðskeiðis í 80'unum. Fyri ta ógvisligu hálvfemsarakreppuna búðu 421 fólk í Porkeri, tá ið talið var upp á tað mesta. Annars hevur talið eitt skifti verið beint niðanfyri 300. At talið nú er um 320 kemst ivaleyst av tí, at fólk hava eina útbúgving, sum kann brúkast í Suðuroynni, eitt nú lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Porkeris skúli varð tikin í brúk í 1984. Børnini ganga í skúla í Porkeri til og við 7. flokki og  fara síðani til Vágs at ganga í framhaldsdeildini har. Umframt barnaskúla verður skúlin eisini brúktur til  kvøldskúlaundirvísing, og fimleikarhøllin verður  leigað út til ymsan ítrótt og tiltøk.

Mannbjørn Olsen heldur, at børnini trívast væl í skúlanum.

- Tað er ein fyrimunur, at børn sleppa at ganga í skúla í heimbygdini.

Men hann heldur, at tað kundi verið skipað øðrvísi.

- Nú hava okur ongan forskúla í Suðuroynni. Mann kundi kanska fingið sunnaru helvt í oynni lagda saman í ein forskúla við børnum úr Sumba, Vági og Sumba. Um mann nú legði alla sunnaru helvt av Suðuroynni saman í eitt skúladømi, so kundi mann til dømis havt forskúla og 1. og 2. flokk her í Porkeri og kanska 3. og 4. í Sumba og so restina í Vági, sigur fyrstilærarin, sum alla tíðina hevur hetta í huganum.

Ymsar sagnir eru um upprunan til navnið Porkeri. Tann kendasta man vera tann, at tá ið fyrsti maður, sum búsettist í  Porkeri, fór at velta jørðina, kom hann fram á purkur í moldini. Søgnin sigur, at Hovgrímur høvdingi í Hovi skuldi hava havt svínagerði har á staðnum, og at tað vóru purkur av hesum svínum, ið fyrsti  niðursetumaðurin fann. Tí gav hann plássinum navnið Purkurgerði, ið seinni  er blivið til Porkeri.

Myndin:

- Nú hava okur ongan forskúla í Suðuroynni. Mann kundi kanska fingið sunnaru helvt í oynni lagda saman í ein forskúla við børnum úr Sumba, Vági og Porkeri, heldur Mannbjørn Olsen, fyrstilærari í Porkeris skúla

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.