Tíðindi
16.03.2023
Tilboðið við næmingunum á Støðini er so væl eydnað, halda Anja Pálsdóttir, lærari á Støðini, og Jónleif Johannesen, varaskúlastjóra í Runavíkar kommunuskúla, at tað eigur at gerast varandi tilboð.
- Vit meta, at tilboðið eigur í mesta lagi at fata um seks børn við verandi játtan. Royndirnar, sum vit hava gjørt, vísa, at næmingarnir skjótt falla til í tilboðnum. Frá at vera tigandi, innilukkaðir og øgiliga spakir, eru teir nú meira tryggir og opnir, práta og luttaka í ymsum spølum saman við hinum næmingunum í tilboðnum. Tað er ein stór framgongd, og foreldrini hava eisini merkt tað heima. Okkum hevur manglað eitt tilboð, sum ikki hevur til endamáls at noyða næmingarnar inn aftur í flokkin. Tað er ein sannroynd, at tað vilja hesir næmingarnir fyri alt í verðini ikki. Vit vóna tí, at hetta tilboðið kann gerast eitt varandi tilboð, tí tað er alt, sum bendir á, at tørvurin bara veksur, og vit síggja, at næmingar við skúlaaftran gerast yngri. Eftirspurningurin eftir at sleppa í tilboðið er stórur, og fleiri næmingar eru helst á veg.
Upprunaliga ætlanin var, at tilboðið eisini hevði tímar til sálarfrøðing, sum eina ferð um vikuna hevði samrøður við næmingarnar. Eisini var ætlanin, at lærararnir høvdu næmingasamrøður eina ferð um vikuna, men tað hava næmingarnir ikki verið hugaðir fyri.
- Næmingarnir vilja hava okkum lærarar at gera tað, vit eru útbúgvin til, nevniliga at undirvísa. Hinum vilja teir hava sálarfrøðingin at taka sær av. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa regluligar samrøður hjá sálarfrøðingi, soleiðis at teir megna at halda á við at møta og vera við, og annars eisini fyri at læra at kenna seg sjálvan og sínar avbjóðingar umframt fáa amboð til at liva við og mennast framyvir. Hetta hava vit sum lærarar ikki førleika til, og tað føla vit manglar í tilboðnum. Ávís tíðarskeið hava ávísir næmingar verið nakað nógv burtur, og tá er tungt hjá teimum at byrja aftur. Um næmingur hevur verið burtur í tveir dagar, kann vera øgiliga tungt at byrja aftur triðja dagin. Her hevði tað verið viðkomandi og hjálpt, um ein sálarfrøðingur hevði fastar samrøður við næmingarnar.
Savnsmynd