Tíðindi

Stóran týdning at raðfesta málmenning hjá tilflytarum

Ein av avbjóðingunum við integratiónini í fólkaskúlanum er, at har er eingin professionell snarkanning av børnum, sum koma til Føroya. Eina slíka skipan kann man brúka til at kanna, hvørjar málførleikar ávísa barnið hevur, og hvørjir sosialu førleikarnir eru.

22. oktober 2019

- Vit mugu hava eina snarkanningarskipan, sum vísir, hvørjum fakligum støði næmingarnir eru á, sigur Siri Tórgarð, integratiónssamskipari hjá Tórshavnar kommunu.

- Við hesari skipan kann man finna út av, um næmingurin dugir at lesa, um hann skilir tøl og tekst, og um hann dugir at greina og hugsa abstrakt. Tað hevur týdning, at skipanin er á upprunamálinum hjá hvørjum einstøkum næmingi, og so kann man brúka ein tulk til at umseta, sigur hon.

Siri Tórgarð sær tað sum ómakaleyst at seta hesa skipan í verk.

- Har kundu vit uttan nakran trupulleika vent okkum til danir, sum hava eina snarkanningarskipan, ið er keypt úr Svøríki. Hesa frálíku skipan høvdu vit óivað eisini kunnað brúkt í Føroyum í staðin fyri at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum, sigur hon.

Tað hevur stóran týdning at raðfesta málmenning hjá tilflytarum.

- Tað er umráðandi at tryggja málsliga integratión longu í vøggustovuni, og í fólkaskúlanum er tað serstakliga umráðandi, sigur Siri Tórgarð og tekur dømi um niðurstøður hjá grannalondum okkara.

- Tey børnini, sum ikki eru málsliga væl fyri og ikki fáa tað bókliga inn undir húðina, megna ofta ikki at fáa 9. floks prógv. Børn í Føroyum skulu eisini læra danskt, sum hjá tilflytarum kann vera ein stór avbjóðing. Tað ber tí av góðum grundum illa til at fáa miðnámsprógv í Føroyum, um man ikki megnar tað føroyska málið. Vandi er tí fyri, at tað ikki gongst tilflytarum eins væl í lívinum, sum tað ger teimum føroysku børnunum, tí samfelagið í so stóran mun leggur upp til útbúgving, greiðir Siri Tórgarð frá.

Hon heldur, at vit eiga at skipa tað soleiðis, at lærarar fáa betri førleikar í føroyskum sum fremmandamál við at viðurkenna hetta sum eina lærugrein í sjálvum sær.

- Tað er neyðugt við lærarum í fólkaskúlanum, sum eru útlærdir í føroyskum sum fremmandamál. Tað kundi eitt nú verið ein vallærugrein í læraraútbúgvingini, sigur hon og vísir á týdningin av hesum.

- Tá vit føroyingar læra enskt í fólkaskúlanum, læra vit tað jú ikki heldur upp á sama máta, sum ein breti lærir tað. Tað er hetta, vit eiga at hava í huga, sigur Siri Tórgarð.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2019.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.