Tíðindi

SSP verjir fyribyrging

Sosoalir miðlar eru bæði vinur og fíggindi. Ein stórur partur av arbeiðinum hjá SSP, ið er skúli, sosialir myndugleikar og politiið, er tann fyribyrgjandi parturin. Sum einasta norðurland hava Føroyar eina fullgjørda undirvísingargongd í 4. flokkunum í skúlunum

01.02.2018

Henda undirvísingargongd hevur eitt upplegg í fimm pørtum við heitinum "At ferðast á netinum". Undirvísingargongdin gevur næmingunum innlit í, hvussu teir skulu bera seg at, tá ið teir ferðast á netinum, og tað er vitiligt ikki smávegis.

   Undirvísingargongdin er yvirhøvur knýtt at foreldrafundum. Netið er ein ov stór verð hjá børnunum at vera einsamøll í.

   Tann støðuga áheitanin hjá SSP á foreldrini er, at tey eru upptikin av, hvussu børnini handfara netið.

   - Tí hóast foreldrini ikki eru serfrøðingar, so skulu tey fylgja við, hvussu børnini ferðast á netinum líka so væl sum tey fylgja við, hvat børnini annars gera, sigur Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi.

   Føroyar hava avgjørt eingi framíhjárættindi á netinum, men sambært Óla Rubeksen eru Føroyar frammarlaga soleiðis at skilja, at tey allarflestu børnini, sum fara í skúla í dag, hava fartelefon, og vit eru í teirri støðu, at samstarvið við foreldrini og teirra leiklutur eru altavgerandi.

   Umframt uppleggið í 4. flokki hjá lærarunum, sum undirvísa í alnetshandfaring, hevur politiið sítt upplegg í 6. flokkunum saman við tí lokala SSP-læraranum.

   - Tað er vorðið so fullfíggjað í dag, at vit kunnu siga, at teir flestu 4. flokkar í landinum taka hetta evnið upp, sigur Óli Rubeksen, ið samstundis heldur seg kunna staðfesta, at mongum foreldrum manglar vitan um allar teir hættisligu loynikrókarnar á netinum.

   Vitan og hugburður skapa atburð. Foreldur mugu útvega sær vitan, og tað verður gjørt á foreldrafundunum í skúlunum. Hugburðurin verður skaptur saman við foreldrunum hjá børnunum í tí einstaka flokkinum. Tilgongdin vísir kortini, at neyðugt er at fara nógv fyrr í gongd við SSP-arbeiðið.

   - So at í næstan fara vit út í dagstovnarnar við einum tilboði, sigur SSP-ráðgevin.

   Veruleikin er tann, at í dag byrja børnini heilt tíðliga at finglast við fartelefonina. Børnini eru ógvuliga ung, tá ið tey kunnu sigast at vera miðlabrúkarar. Tey hava sítt undirhald við filmum og spølum, og tað er verri enn so altíð lætt at vita hjá foreldrum, hvussu smábørnini handfara hesar miðlarnar, og hvat tey kunnu koma at trýsta á av óvart, tí at tað tekur burtur av tí tíðini, sum foreldur hava. Tað tekur eisini burtur av førleikanum hjá børnum og foreldrum at haga sær saman við øðrum.

   Situr barnið í heilum einsamalt og hyggur at filmi, mennist tað ikki upp á nakran máta, tí er avgjørt neyðugt at koma við einum uppleggi, sum vísir á, at tað millum annað er ov einstáttað at liva lívið við tí, sum fæst burturúr einum filmi.

   Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi sigur, at foreldur eru sera fegin um uppleggið at fara út á dagstovnarnar at breiða vitanina út um lívsins viðurskifti á netinum.

   Niðurstøðan er, at tað er stuðlandi at vera uppalari eisini á hesum økinum, tí foreldrini fáa at vita – og vita yvirhøvur – at tað er teirra egna atferð, sum barnið speglar sær í.

Myndin:

Í dag byrja børnini heilt tíðliga at finglast við fartelefonina. Børnini eru ógvuliga ung, tá ið tey kunnu sigast at vera miðlabrúkarar. Tey hava sítt undirhald við filmum og spølum, og tað er verri enn so altíð lætt at vita hjá foreldrum, hvussu smábørnini handfara hesar miðlarnar, sigur Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

  

   


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.