Leys størv

Spennandi starv sum toymisleiðari í Ljósástovu í Skúlanum á Argjahamri

Talan er um fast starv við lønarbrotið 1,0

Frágreiðing um skúlatilboðið Ljósástovu

Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Tað er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. 14 næmingar ganga í Ljósástovu.

Stað: Ljósástova heldur til í nýggjum hølum á niðastu hædd í skúlanum.

Førleikakrøv

Toymisleiðarin er fólkaskúlalærari við eftirútbúgving innan serøkið ella hevur aðra samsvarandi námsfrøðiliga útbúgving við eftirútbúgving innan serøkið.

Okkum tørvar toymisleiðara sum:

er fyrikomandi og jaligur
hevur breitt menniskjasýni
hevur áræði at taka ábyrgd
dugir at samstarva í toymum
dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Skúlin á Argjahamri. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2.

Um lærari verður toymisleiðari í sjálvstýrandi toymi, fær hann eina mánaðarliga samsýning á 4,6% av mánaðarlønini 29.2. Upphæddin verður útgoldin 1/12.

Um námsfrøðingur verður toymisleiðari í sjálvstýrandi toymi, fær hann eina mánaðarliga samsýning, ið er 5% av lønarstigi 21 í lønartalvuni fyri sáttmálasettar námsfrøðingar.

Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. apríl kl. 12.00

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Marina Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra á tlf. 224240 ella á t-post: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Lýsing av navninum Ljósástova

Áin og vatnið sunnanfyri Skúlan á Argjahamri eita Ljósá og staðið verður nógv vitjað av skúlanum. Navnið umboðar ljósið, hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum í Ljósástovu


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni