Bloggur


Spennandi íblástur úr Danmark og Svøríki

Ingun Háberg Söderqvist, lesandi á Námsvísindadeildini á triðja ári, bloggar

2. desember 2015

Liggi í einum kamari á einum hostelli rættiliga sentralt í Keypmannahavn og skrivi hendan seinasta bloggin á hesum sinni.


Orsøkin til, at eg liggi á hesum kamarinum í Keypmannahavn, er, at flokkurin er námsferð. Í dagar skulu vit vera her í Keypmannahavn, og hesar dagarnar fara vit á vitjanir á ymiskum stovnum – bæði her og í Svøríki. Vit hava millum annað verið á einum fantastiskum stovni í Hillerød. Har halda nakrar pensjóneraðar kvinnur (námsfrøðingar) til. Hvørt ár skriva tær eitt nýtt ævintýr. Hetta ævintýrið kann minna um tey, vit longu kenna, men tær geva søgunum eitt tvist ella okkurt, ið ger tað til teirra egna. Tær hava eitt stórt rúm, sum tær innrætta til pallin. Síðan koma dagstovnar, flokkar og onnur børn inn og vitja. Børnini sleppa inn í innrættaða pallin. Her fortelur eina kvinnan ævintýrið, tær hava skrivað. Eyka hugtakandi er tað, tí rúmið, fortalt verður í, nærmast er tann heimurin, ævintýrið snýr seg um. Tá ævintýrið er liðugt, fáa øll børnini hvør sín leiklut við teimum, sum vóru í søguni. Tey fáa búnar, ið passa til leiklutin, og so skulu tey spæla leikin saman á sín egna hátt, við vegleiðing og hjálp frá teimum vaksnu. Tá koma ofta smáar broytingar í søguni, so hon hóskar seg til barnabólkin. Tá tey eru liðug at spæla leikin, skulu tey velja okkurt úr søguni, sum tey vilja tekna. Tær greiddu frá, at tá børnini vóru liðug við ein deiligan dag, sum eisini innihelt drekkamunn og okkurt til góman, og børnini vóru á veg oman gjøgnum trappurnar, hoyrdu tær, hvussu tey tosaðu. “Hvornår må vi komme igen”? og “Må vi sove her”? Viðmerkingar sum hesar gera sjálvandi, at tær halda á ár eftir ár við nýggjum ævintýrum og børnum. Her greiddu tær sjálvandi frá eini rúgvu, sum eg ikki ordiliga havi tíð og rúm til at greiða frá um. Men tað er ótrúliga stuttligt at vitja slíkar stovnar, ið geva mær so nógvan íblástur, so eg nærmast ikki veit, hvat eg skal gera við alt.


Eisini hava vit verið og vitjað ein dagstovn í Lund í Svøríki, sum er ógvuliga tilvitaður í at fylgja Reggio Emilia-leistinum, og í Malmø hava vit verið á einum savni. Tað er eitt sindur torførari at hugsavna seg um hendan bloggin enn so nógvar aðrar. Partvíst tí at hann er tann síðsti, og eg kanska hevði viljað komið við einum ordiliga góðum síðsta gullkorni, sum tit skuldu minst meg fyri, og so partvíst tí, at damurnar í kamarinum her liggja og roksa nú áðrenn songartíð. Í morgin hava vit ikki so nógvar ætlanir. Vit fáa ein steðg frá øllum vitjanum og sleppa at keypa jólagávur og gera tað, okkum lystir. Og eftir í alt fimm dagar fara vit heim aftur.


Næsta blogg fer onkur annar at skriva. Takk fyri meg, tit, ið hava tímað at lisið alt roksið, eg eri komin við. Nú gleði eg meg at sleppa at lesa bloggin hjá fylgdarmanninum. Og at keypa jólagávur í morgin.
 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.