Tíðindi

Soleiðis kanst tú hjálpa næmingum, sum hava ilt við at velja útbúgvingarleið

Nógv trýst er á næmingum, tá ið teir skulu velja sær útbúgving. Nógvir næmingar, eisini teir, ið eru til reiðar at fara undir eina útbúgving, vísa á, at teimum tørvar stuðul at velja.

27.07.2018

Tá ið næmingarnir í 9. flokki skulu velja útbúgving eftir lidnan fólkaskúla, er tað ein stór avgerð, sum er trupul at taka hjá nógvum, eisini teimum, sum at síggja til eru til reiðar at fara undir eina útbúgving. Tað vísir ein nýggj kanning í Danmark.

Tað eru serliga fimm viðurskifti, sum leggja trýst á tey ungu í støðuni, tá ið teir skulu velja: væntanirnar hjá foreldrunum, trýst at fáa góðar karakterir, óttin fyri at velja skeivt, ikki at vita, hvat tú skalt, og sjálv metingin um tú ert til reiðar at fara undir eina útbúgving. Tey ungu vísa á í kanningini, at teimum vantar meiri hjálp at taka endaligu avgerðina.

Her eru fýra góð ráð til tín, sum vegleiðir ella ert lærari hjá næmingi í 9. flokki:


1. Byrja við at fáa greiðu á, hvat tey ungu halda um útbúgvingarvalið, tey hava tikið

Ung hava rættiliga ymiska tilgongd til at velja sær eina útbúgving; fyri summi er avgerðin løtt at taka, men tað fyri onnur liggur eitt stórt trýst á teimum. Gev tær fær um, hvussu tey ungu hava tað við valið, tey hava tikið, og um tað er nakað, sum ger tey ótrygg. Tað ger tað lættari at velja ymiskt virksemi sambært tørvinum, tey hava.

2. Tosa við tey ungu um, hvussu tey meta seg vera til reiðar at fara undir útbúgving

Metingin, sum verður gjørd av teimum ungu, hvørt tey eru til reiðar at fara undir útbúgving ella ikki, hevur ikki bara týdning fyri, hvørjar ítøkiligar útbúgvingarmøguleikar tey ungu hava, men eisini nógv at siga fyri sjálvsmyndina hjá tí unga. Set tíð av til at tosa við tey ungu, sama um tey eru til reiðar at fara undir útbúgving ella ikki, so tey skilja, hvat metingin merkir, og hvat liggur aftan fyri metingina.

Hjá teimum, sum ikki eru til reiðar at fara undir útbúgving, er tað avgerandi, at tey vita greitt og týðiliga, hvat tey skulu arbeiða við, og hvat skúlin kann gera fyri at hjálpa teimum á leið. Ver uppbyggjandi og so greið/ur sum til ber, tá ið tú vegbeinir.

3. Greið teimum ungu frá, hvussu tey kunnu brúka vegleiðingina

Tey ungu eiga at vita, hvørjir tankar liggja aftan fyri ymiskt virksemi, sum hevur við vegleiðing at gera, til dømis brúgvabygging og starvsvenjing. Sum vegleiðari hevur tað týdning, at tú gert tær ómak at greiða teimum ungu frá, hví tey skulu í starvsvenjing ella taka lut í tiltøkum, so sum brúgvabygging, soleiðis at tey skilja, hvat tey eiga at fáa burturúr, og hví tey skulu taka lut.

4. Gev teimum ungu møguleika at brúka hvønn annan

Teimum ungu dámar væl at hava møguleika tosa saman um, hvørjar tankar tey gera sær um síni val. Tað gevur teimum eitt forum, har tey kunnu spegla seg í hvørjum øðrum, og føla, at tey eru ikki tey einastu, sum ivast ella stúra fyri valunum, tey eru í ferð við at gera ella hava gjørt. Gev teimum ungu høvi at tosa saman einsæris og saman í bólki.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.