Tíðindi

So lítið skal til at barnið við autismu trívist

Er gerandisdagurin skipaður, og er lærarin tilvitaður um at vera ítøkiligur, tá ið hann undirvísir, so eru fortreytir fyri, at børn við autismu kunnu trívast.

3. apríl 2018

Hóast fólkaskúlin ikki er partur av arbeiðsøkinum hjá autismuráðgevunum, so verða tær viðhvørt bidnar at koma í skúlar at ráðgeva lærarum, sum hava næmingar við autismu.

- Vit síggja mangan, at tað, sum verður praktiserað í skúlunum, er beint ímóti tí, sum verður tilmælt børnum við autismu; lærararnir gera tað ikki av ringum vilja, men tí teir ikki vita betur. Nógv dømi eru um samskifti, sum ikki gongur væl, tí lærarin ikki veit, hvussu hann samskiftir rætt. Vit plaga at siga, at fólk við autismu hava eina aðra stýrisskipan enn onnur fólk. Stýrisskipanirnar tosa ikki saman, og tí mugu vit vita, hvussu vit fáa samband millum stýrisskipanirnar, siga Anja Djurhuus og Anna Sofía Egilstrøð, autismuráðgevar.

Mangan skal so lítið til, fyri at barnið trívist. Er gerandisdagurin skipaður, og er lærarin tilvitaður um at vera ítøkiligur, tá ið hann undirvísir, so eru fortreytir fyri, at børn við autismu kunnu trívast.

- Veit lærarin ikki, at hetta skal til, so verða børn við autismu ikki inkluderað. Í skúlanum fáa børnini felagsboð, og tað fær barnið við autismu møguliga ikki við. Tá ið lærarin sigur, at øll skulu rokna ella gera skúlating, so hugsar barnið við autismu ikki, at tað er eisini galdandi fyri seg. Lærarin má siga við barnið við autismu beinleiðis, at tað skal rokna, heilt ítøkiliga. Hugburðurin, at ”foreldrini ikki skulu koma og siga, hvussu skúlin skal vera,” er framvegis til.

Autismuráðgevarnir eru partur av Teirri góðu tilgongdini, sum er royndarverkætlan í almannaverkinum. Tann góða tilgongdin snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra, serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikarnar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað. Arbeiðið at skipa góðu tilgongdina hevur verið sermerkt á tann hátt, at brúkarin hevur verið við í øllum arbeiðinum, og útgangsstøði hevur verið tikið í familjuni, heldur enn myndugleikunum. 

Les samrøðu við autismuráðgevarnar í Skúlablað nr 1, 2018.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.