Tíðindi

Snar er eitt amboð til læraran

Undirvísingarportalurin snar.fo hevur í meira enn tíggju ár veitt lærarum tænastu. Serliga eru tað temasíður, sum til dømis tilfar um ferðslu, sum eru nógv nýttar.

12. mai 2020

Ikki er ókent, at undirvísarar stundum mugu leita sær vitan fyri at miðla sína vitan, og fyri at geva frálæruni viðkomandi innihald. Til dømis varð sagt, tá farið varð undir at hava árligar sonevndar læraradagar, at hetta skuldi gerast høvið hjá lærarum at hittast, práta saman og ikki minst fáa áfylling, tí um ein ikki fyllir á við hvørt, er onki at oysa av.

Ein av keldunum, har lærarar kunnu leita sær vitan, er undirvísingarportalurin Snar.

- Snar er ein opin pallur við føroyskum undirvísingartilfari og hugskotum, sum ókeypis stendur lærarum í boði at brúka. Nú Snar hevur meir enn tíggju ár á baki, er pallurin meir enn eina ferð dagførdur, og verður tað aftur nú, verður sagt á Námi.

Tað er Nám, sum hevur ábyrgdina av og umsitur Snar. Rói Joensen og Birgir Kruse manna snartoymið.

- Nýggja útgávan av undirvísingarportalinum Snar kemur í einum ljósari og lættari sniði, so hann verður betri at lesa. Ein nýggj leitiskipan, sum fer at gera tað nógv lættari at leita í tí nógva tilfarinum, sum er á Snari, verður eisini ment, sigur Rói Joensen, sum varðar av sniði og teknisku umsitingini av tilfarinum, sum er á Snar.

Dagføring

Í nýggja arbeiðinum við Snar verður gamla tilfarið umskipað og ruddað, og verandi partur við tema-, hugskots- og ískoytistilfari verður mentur.

- Mest vitjaðu síður á Snar eru higartil knýttar at lærugreinini rokning, og so iBókum og sBókum, og tilfari, ið er knýtt at bókum, sum Nám hevur givið út. Men so eru temasíður, sum tá skúlin varð latin aftur av koronasmittuni, temasíður um sagnir, holocaust, film og ferðslu. Hesar síður verða vitjaðar, tá okkurt er frammi í miðlunum um evnið, ella tá tær av onkrari orsøk eru aktuellar, sigur Birgir Kruse, ritstjóri.

Tað, sum er frammi í dag

Í arbeiðinum við at menna Snar, verður roynt at taka tað upp, sum er aktuelt, eins og roynt verður á at vísa á møguleikar.

Koronasmittan setur eisini dám á í skúlanum. Tilfar um smittuna at finna á snar.fo, og eisini verður víst á góð ráð í samband við heimaundirvísing. Og til teirra, sum eru byrjað í skúlanum aftur, er tilfar ment í samstarvi við Reyða Kross, har tikið verður samanum, og tær støður loftaðar, sum næmingar hava upplivað, meðan farsóttin hevur gingið.

- Umframt at taka upp evni, sum eru frammi og kunnu brúkast í undirvísingini, royna vit báðir, sum arbeiða við Snari, eisini at bjóða lærarum og tekstahøvundum at menna ymsu undirvísingarevnini. Á henda hátt kunnu evnini fáa nýggjar og kanska higartil ókendar vinklar og møguleikar eftir námsætlanini, sum til dømis Operation Valentine, ið nú er aktuelt og vert at taka upp í søguundirvísing, til dømis saman við nýggju bókini Søga 5. Har er ein heilur kapittul um júst hetta skeið í Føroya søgu fyri 75 árum síðan, siga Rói og Birgir, ið tilsamans eru Snartoymið.

Tekstur: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.