Tíðindi
04.07.2017
Sambært Herálvi Jacobsen var talan um ein góðan fund.
- Landsstýriskvinnan skilti atfinningarnar hjá Lærarafelagnum, men hóast so er, so heldur Mentamálaráðið umvegis tímajáttanina fram at stýra skúlaverkinum niður í smálutir. Lærarafelagið legði á fundinum sjónarmiðini fram og segði, at skúlin er á skeivari kós. Orsakað av tepru játtanin til fólkaskúlan, so trýstir Mentamálaráðið lærarar at undirvísa mest møguligt við tí úrsliti, at skavað verður av øllum øðrum uppgávum. Tað kann tykjast sjálvsagt, at lærarar skulu gera tað, teir eru útbúnir til, nevniliga at undirvísa. Men í einum framkomnum skúla eru so nógvar aðrar uppgávuer knýttar at undirvísingini, t.d. í sambandi við trivna, serligan tørv og felags átøk. Tá ið skúlaleiðslan krevur, at partur av arbeiðstíðini verður brúkt til annað, til dømis fundir við myndugleikar, so má verða rúm fyri hesum. Skulu lærararnir brúka tíð til annað enn undirvísing, mugu teir fáa tíð til tað.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag hevur ikki sæð nakra stórvegis broyting í kósini, tá ið talan er um skúlapolitikk, eftir at henda samgongan tók við.
- Tað einasta nýggja, sum vit hava hoyrt, er, at landsstýriskvinnan hevur sagt, at vit ikki skulu renna í fótasporunum á dønum, tá ið talan er um skúlan, og at vit heldur ikki skulu ganga so høgt upp í at máta og kanna næmingar. Tað er skilagott, men í verki ger henda samgongan einki øðrvísi enn tann undanfarna. Øll, sum varða av fólkaskúlanum, vita, at játtanin til fólkaskúlan er ov lág. Tað einasta, sum tað snýr seg um, er at spara og spara. Dreymastøðan hevði verið, at leiðslurnar við eini størri tímajáttan høvdu vítt rásarúm og gjørdu virksemisætlanirnar í samráð við lærararnar soleiðis, sum tey høvdu hugsað sær ein góðan skúla.. Í staðin stýrir Mentamálaráðið tímanýtsluni hjá leiðslum og lærarum niður í smálutir. Um somu tíð, sum virksemiætlanin er stirvin og ógjøgnumskygd, er hon einasta forðing fyri, at læraranum ikki undirvísir so stóran part av arbeiðstíðini, at stundir ikki verða til annað.