Tíðindi

Skúlin á Fløtum skipar hádeildina í rásir frá næsta skúlaári

Komandi skúlaár verður hádeildin í Skúlanum á Fløtum skipað í rásir. Fyrstu rásirnar verða Almenn rás og ítróttarrás. Um eitt ár er ætlanin eisini at fara undir eina handaliga rás.

25.01.2018

Almenna rásin er 8. og 9. flokkur, sum vit vanliga kenna teir, tó verða næmingarnir førleikabýttir í

føroyskum, støddfrøði og enskum. Umframt kravdu lærugreinarnar fara næmingarnir eisini at

kunna velja týskt, alis/evnafrøði, smíð, køk, hondarbeiði, myndlist, tónleik, íverksetan og

skrivigleði. Skúlin hevur ikki umstøður fyri at bjóða motorlæru og jarnsmíð út enn, men tá nýggi

skúlin stendur liðugur í 2020 verða hesar lærugreinar eisini bodnar út.

Ítróttarrásin verður í tveimum. Onnur rásin er fótbóltur, ið hevur verið fastur partur av tilboðnum í

skúlanum í nøkur ár. Hin rásin, ið er nýggj, er ein hondbóltsrás.

-Vit eru ómetaliga spent upp á hetta nýggja tilboðið. Tí vit síggja jaligu árinini, ið fótbólturin hevur

havt á fleiri av okkara næmingum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri á skúlanum á Fløtum.

- Við at víðka um ítróttarrásina við enn eini stórari ítróttargrein, kunnu vit breiðka skarðan av

næmingum, ið kunnu njóta gott av einum tilboði har skúli og ítróttur ganga hond í hond.

Nýggja hondbóltsrásin er eitt samstarv millum Skúlan á Fløtum, Neistan og Kyndil. Umframt Eddie

Joensen, sum í fleiri umførum hevur verið venjari í bestu mansdeildini í hondbólt verða venjarar úr

Neistanum og Kyndli partar av venjaratoyminum á hondbóltsrásini. Hetta er sami leistur sum

skúlin nýtir á fótbóltsrásini, har útbúnir venjarar við tilknýti í feløgunum hava staðið á odda.

Venjaratoymið ið ár hevur verið Jan Dam, Sigfríður Clementsen og Lukasz Cieslewicz

Næmingar, ið ynskja at gerast partur av hondbólts- ella fótbóltsrásini í Skúlanum á Fløtum

komandi skúlaár kunnu søkja um upptøku á heimasíðuni hjá skúlanum saf.fo.

Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo

2015 © Bókadeildin. All rights reserved.