Tíðindi

Skúlin við Streymin búnast

Gongst sum ætlað er Skúlin við Streymin í Sunda kommunu liðugur við ársenda í 2019, og kommunan, ið fevnir um tær 11 bygdirnar, Gjógv, Norðskála, Oyri, Oyrarbakki, Langasandur, Haldórsvík, Saksun, Tjørnuvík, Streymnes, Hvalvík og Hósvík, við sínum umleið 1700 íbúgvum fær sín nýggja, modernaða skúla fyri umleið 95 milliónir krónur

30.11.2017

Tann 4. desember í fjør – fyri júst einum ári síðan – setti Heðin Zachariasen, borgarstjóri spakan í ta higartil størstu verkætlanina í Sunda kommunu, har nýggi skúlin, Skúlin við Streymin, við ítróttarhøll skuldi byggjast. Borgarstjórin var tá sum nú fegin um at kunna staðfesta, at Skúlin við Streymin fer at hava stórar og nýggjar møguleikar við sær á øllum økjum.

   Sama dag, tann 4. desember í fjør, tá ið fyrsti bøkkur var vendur við spakanum hjá borgarstjóranum, segði Sonni Djurhuus, skúlastjóri, at tey næstu árini fóru at vera spennandi og avbjóðandi fyri øll fólk í tí víðfevndu kommununi, tí hetta fór at vera ein skúli fyri framtíðina. Umframt hóskandi flokshølir fevnir nýggi skúlin um matarhøll, ítróttarhøll, nýtt bókasavn og nýtt leiðslu- og læraraøki. Skúlastjórin segði, at skúlin fer væntandi ikki bara at vera ein livandi bygningur í skúlatíð. Bygningurin við ítróttarhøll og matarhøll verður ein kraftdepil fyri alt økið, har ung sum eldri fara at gagnnýta og savnast um teir møguleikar, sum nýggi skúlin fer at veita.

   BRIM arkitektar við Norðskála, Magnus Magnussen, Jóhan Syderbø og Páll Holm Lave, hava teknað og prosjekterað Skúlan við Streymin, og høvuðsarbeiðstakarin, Jóan Petur Vang, JPV, á Oyrarbakka byggir skúlan. So her er alt virksemið í nærumhvørvinum. Ikki av tilvild, men í kapping um tilboð við aðrar arkitektar og entreprenørar.

   Súni Christiansen er tekniskur leiðari hjá Sunda kommunu, og Jóhan Syderbø er byggileiðari. Teir siga, at tá ið teir gjørdu kostnaðarætlanina í prosjekteringsfasuni, settu teir alt fyri eitt 10 prosent av til "óvæntað", og tá ið sáttmálin varð undirskrivaður, so hava teir eitt prosjekt, her ein arbeiðstakari hevur sagt seg skula gera alt fyri tann kostnaðin, sum prosjektið fevnir um. Sostatt hava teir loyvt sær at seta fimm prosent av til "óvæntað". Tað vil siga, at teir hava fimm prosent yvir at brúka so spakuliga burturav, tí tað kemur altíð okkurt aftrat. Men einki er flust av kostnaðinum í sparingum. Arbeiðið er sett á skinnarar, og tað koyrir eftir hesum skinnarum.

   - Her er sligið øgiliga fast frá politiskari síðu, at skúlin skal kosta tað, hann kostar, sigur Jóhan Syder, arkitektur og byggileiðari.

   Skúlin táttar við innbúgvi í 95 milliónir krónur. Ráðgevingarútreiðslur og annað eru umleið 10 milliónir krónur, handverkaraútreiðslur 73 milliónir krónur, mvg 5 milliónir og innbúgv og list, 7 milliónir, til samans 95 milliónir krónur.

   Tann 4. desember í fjør segði Heðin Zachariasen eisini, at Skúlin við Streymin verður ein skúli, har umstøður og trivnaður eru til allar næmingar, lærarar og øll starvsfólk. Skúlin verður hjartað í allari samansjóðing hjá teimum, sum búgva í Sunda kommunu. Tað verður av alstórum týdningi í framtíðini, at børnini fara at ganga saman í skúla heilt frá byrjan.

Myndin:

Skúlin við Streymin er higartil størsta verkætlan hjá Sunda kommunu, og gongst sum ætlað, er hann liðugur við ársenda í 2019

Tekstur og mynd: Sonne Smith

   


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.