Tíðindi

Skúlin stýrir ov nógv

Jon-Roar Bjørkvold, professari, sum í september helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum við heitinum Tað musiska menniskjað, er rættiliga hvassorðaður og bersøgin um skúlaskipanina í dag. Hann heldur, at skúlanæmingar á ungum aldri verða stýrdir alt ov nógv.

27.02.2020

- Vit vita ikki, hvat gongur fyri seg í høvdinum á barninum, men vit vilja gjarna hava tamarhald á teimum. Læringin, sum er hjá børnum, áðrenn tey fara í skúla, hendir ótilvitað – djúpt í kognitivu skipanini. Eitt barn kann væl læra at tosa tvey mál, áðrenn tað er trý ár. Hetta hendir, uttan at barnið gongur í skúla ella er saman við nógvum øðrum munnliga og sosialt. Her er læringin analog og kenslulig. Skúlaskipanin leggur hinvegin alt ov lítlan dent á tað analoga, tað kensluliga og tað kropsliga. Alt hetta fyri at stýra næminginum. Næmingar sita so nógv niðri í skúlanum, at tað órógvar djúpu bráðhugsanina, sum børn hava í sær, sigur Jon-Roar Bjørkvold.

Hann vísir millum annað á, at jú fyrr børn læra eitt annað mál aftur at sínum móðurmáli, jú lættari verður tað at duga seinna málið. Eftir nøkur ár í skúla gerst tað tó truplari.

- Eitt barn, sum er sjey ár og býr í Kina í eitt ár, kann saktans læra seg flótandi kinesiskt. Men um vit royna at læra næmingar kinesiskt í skúlanum, tá teir eru nøkur ár eldri, so letur tað seg ikki gera. Í Noregi fingu vit fyri nøkrum árum síðan eina skúlanýskipan, har børn fóru í skúla sum seks ára gomul, heldur enn at fara í skúla sum sjey ára gomul. Fyrsta árið skuldi fyrst og fremst vera ein spæliskúli við nógvum spæli fyri børnini, men soleiðis bleiv ikki. Sjálvt barnagarðurin fær nú eitt slag av skúlainnihaldi, so børnini eru meira búgvin, tá tey byrja í skúla, sigur Bjørkvold.

Jon-Roar Bjørkvold heldur, at í skúlanum fær barnið eina innrás av skúlahugsan, ið ger, at øll blíva nærum eins. Hann er av teirri áskoðan, at skapanarhugur og annað kreativt spakuliga verður sogið úr børnum í skúlaskipani.

- Tað týdningarmikla er, at lærarar hava álit á barninum og geva tí tíð og pláss at menna seg. Vit skulu ikki leggja so stórt trýst á næmingarnar. Í Noregi er tað m.a. alt ov stórt fráfall millum tey lesandi á studentaskúlum. Tá eru vit noydd at spyrja, hví tað er soleiðis. Hetta er eitt stórt kjak, og eg umboði ta øvuta perspektivið, sum ikki tekur undir við skúlaskipanini í dag. Vit skulu hava meira prát og sang inn í skúlan, tí hetta gevur næmingunum meira orku, sigur Jon-Roar Bjørkvold.

Júst í Føroyum sær norski professarin serliga góðar møguleikar fyri, at musisku eginleikarnir hjá børnum kunnu verða gagnnýttir.

- Føroyar hava nógv fjøll og nógvan sjógv, har tit kunnu rógva. Tit brúka kroppin og blíva á henda hátt meira livandi. Eitt barn skal eisini eggjast til at brúka allar sínar sansir. Her er upplagt at brúka náttúruna, sigur norðmaðurin.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2019

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.