Tíðindi

Guliskúli er skraddaraseymaður til næmingarnar

- Okkara avbjóðing er at skapa ein øðrvísi skúla. So skjótt karmarnir minna ov nógv um eina skúlastovu, merkja vit dygga mótstøðu. Tað siga Bjørg Djurhuus og Georg Nolsøe Rasmussen, lærarar í Gulaskúla.

14.03.2023

Guliskúli, ið er sertilboð fyri næmingar við serligum avbjóðingum.

- Vit hoyra javnan, at Guliskúli er fyri næmingar, sum ikki megna at vera í skúlanum. Men eg havi hug at venda tí á høvdið og siga, at Guliskúli er fyri næmingar, sum fólkaskúlin ikki megnar at lofta og inkludera, sigur Bjørg Djurhuus, sum er lærari í Gulaskúla.

Undir liðini á sær hevur hon Georg Nolsøe Rasmussen, sum eisini er lærari í Gulaskúla. Og hann er samdur. 

- Tað er ikki altíð, at karmarnir í fólkaskúlanum og næmingurin hóska saman. Fólkaskúlin hugsar fyrst og fremst um heildina, um tann stóra flokkin. Í Gulaskúla hugsa vit beint øvut. Tað er altíð við støði í tørvinum hjá tí einstaka næminginum, ikki bara fakliga, men eisini persónliga, og skúlagongdin er lagað eftir hesum, sigur hann.

Tilboðið er við øðrum orðum skraddaraseymað. Tað er ymiskt, hvussu næmingarnir eru fyri, og hvør tørvurin er. Tí er tað eisini ymiskt, hvør rætta loysnin er. Summir næmingar krevja nógvan frið og eru viðbreknir fyri øllum órógvandi. Aðrir næmingar hava tørv á øðrum avbjóðingum og megna illa at sita í friði alt ov leingi.

Lærararnir í Gulaskúla eru á einum máli um, at týdningurin at skapa góðar og tryggar karmar og fáa næmingin at trívast, hvørki má ella skal undirmetast. Tí annars er vandi fyri, at næmingurin als ikki kemur í skúla. Og so er einki vunnið.

- Vit fata okkum sum gestir í lívinum hjá næminginum. Tað er næmingurin, sum er serfrøðingur og veit best, hvussu hann hevur tað. Okkara uppgáva er at skapa neyðugu karmarnar og eina góða og sunna relatión, ið næmingurin hevur álit á, so hann kann trívast og mennast, sigur Bjørg Djurhuus.

- Vit leggja dent á at byggja sterkar relatiónir, tí relatiónin er tað berandi og púra avgerandi, skal talan vera um eitt væleydnað tilboð til gagns fyri næmingin, sigur Georg Nolsøe Rasmussen.

Hann ásannar, at tað er ein krevjandi og stundum møtimikil uppgáva, sum krevur tíð, orku og umstøður.

- Tað finst eingin løtt og heldur ikki nøkur røtt loysn. At hava við slíkar næmingar at gera er ein tilgongd, sum krevur tol og tekur drúgva tíð, kanska fleiri ár. Men tað er vert at stríðast fyri tí og ongantíð at geva upp, sigur hann. 

Guliskúli er sertilboð fyri næmingar úr 4. til og við 10. flokk, og teir eru úr øllum landinum. Talan er um børn, sum stríðast. Fleiri hava fingið staðfest diagnosur sum autismu ella ADHD, og onnur hava á onkran hátt verið fyri umsorganarsviki. Eisini eru næmingar við ótta og angist og uppaftur onnur við skúlaaftran. Børn við skúlaaftran eru børn, sum av ymsum orsøkum nokta at fara í skúla.

Tað er tó ikki ein treyt fyri upptøku í Gulaskúla, at næmingurin hevur fingið staðfest eina diagnosu. Tosið um diagnosur er heldur ikki so umráðandi fyri lærarar og starvsfólk í Gulaskúla, tí lærararnir hava tilvitað valt at leggja orkuna í at skilja orsøkina og síggja og viðurkenna barnið og menniskjað, sum býr aftan fyri diagnosuna.

Men felags fyri fleiri av næmingunum er, at tey hava keðiligar og skakandi upplivingar við sær frá árunum í fólkaskúlanum.

Og tað merkist, sigur Bjørg Djurhuus.

- Ja, heilt vist. Ofta er talan um næmingar við ógvuliga lágum sjálvsvirði og ongum sjálvsáliti, sigur hon.

- Summi hava gingið í fleiri skúlum, men úrslitið hevur verið tað sama. Eitt niðurlag fyri og annað eftir, og tey eru mest sum uppgivin. Tað hevur í ávísum førum elvt til eitt viknandi sjálvsvirði og eitt sjálvsálit í knúsi. Tað er eisini ein óhaldbar støða hjá foreldrum og kann elva til iva, stúran og strongd. Tí er okkara uppgáva at seta ferðina niður og taka trýstið av foreldrum og næmingum og síðani byrja spakuliga at byggja næmingin upp aftur, sigur Georg Nolsøe Rasmussen.

Bjørg Djurhuus leggur í hesum sambandi dent á týdningin at rósa og tosa viðurkennandi við og um næmingin.

- Vit eru ógvuliga tilvitað um, hvørja ávirkan orð og málburður kunnu hava. Tí gera vit okkum stóran ómak at tosa næmingin upp heldur enn niður. Eitt dømi kann vera, um næmingurin kemur ov seint í skúla. Tá kann tað vera skilagott at venda tankanum á høvdið og lata næmingin vita, at tað var gott, at hann kom í skúla, heldur enn at harta næmingin fyri ikki at møta til tíðina.

Guliskúli hoyrir til Skúlan á Fløtum. Næstan 60 næmingar úr øllum landinum eru á skúlanum og 18 starvsfólk, sum eru útbúgvin lærarar og námsfrøðingar. Guliskúli húsast í gamla Argja skúla á Argjavegi.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 1, 2023


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.