Tíðindi

Skúlin eigur at taka serlig atlit til næmingar við autismu

- Tað er púra misskilt av skúlaleiðslum, sum ikki vilja geva teimum, ið hava autismu, serligar umstøður, til dømis at frítaka tey fyri ymiskt, sigur Malan Mohr, lærari

13.04.2018

Í samrøðu við Heidi Aagaard, forkvinnu í Autismufelagnum, í Skúlablaðnum, kemur fram, at skúlar og lærarar mangan hava ilt við at geva næmingum, sum hava autismu, serligar umstøður og serlig loyvi at verða frítikin eitthvørt; grundgevingin er, at so vilja aðrir næmingar eisini hava serligar umstøður. Malan Mohr, lærari við drúgvum royndum í undirvísing av næmingum við autismu, er púra samd við forkvinnuni í Autismufelagnum, í, at næmingarnir eiga at fáa serligar umstøður.

- Tað er púra misskilt av skúlaleiðslum, sum ikki vilja geva teimum, sum hava autismu, serligar umstøður, til dømis at frítaka tey fyri ymiskt, so sum morgunsang ella jólahald, har nógvur larmur er, ella svimjing, har nógvur luktur og larmur er. Hetta snýr seg mangan um vantandi vitan um, hvat autisma er. So kanst tú siga, at við ikki at taka lut, so setir tú teg sjálvan uttan fyri, men tað eru treytirnar, tá ið tú hevur avbjóðingar. Summi vilja taka lut í felagstiltøkum, men við tað, at tey brúka so nógva orku við at luttaka, hava tey brúk fyri at “løða,” og tað inniber ofta, at tey mugu hvíla seg heima ein dag aftaná. Hetta eiga vit at hava í huga, at tey brúka nógv meira orku ein vanligan skúladag enn onnur børn. Tey koma fleiri ferðir um dagin í óvæntaðar støður, sum ger tey ørkymlað. Vit kunnu ímynda okkum ein vanligan dag, har vit skulu gera eitthvørt – og vit vita ikki, hvat ið verður væntað av okkum. Vit fara at kenna strongd – og soleiðis hava flestu børn við autismu tað fleiri ferðir um dagin.

Malan Mohr leggur afturat, at tað eru ikki bara skúlaleiðslurnar, sum vilja hava børnini við autismu at vera á jøvnum føti við aðrar næmingar og luttaka í øllum tí sama, ofta eru tað foreldrini hjá teimum, sum hava autismu, sum eisini vilja tað.

- Í grundini hava tey vaksnu nakrar væntanir og nøkur ynski, har atlit ikki verða tikin til tey, sum hava hesar serligu avbjóðingarnar; vit kunnu tá spyrja, hvørs tørvur tað er, sum vit vilja nøkta.

Tað eru eisini næmingar við autismu í skúlanum í Hoyvík, sum ikki ganga á serstovunum, tí at foreldrini ynskja tað so. Har er tó ein námsfrøðingur inni allar tímarnar.

Les samrøðu við Maluna Mohr, lærara, í Skúlablað nr 1, 2018.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni