Tíðindi

Skúlaverkið minst digitaliseraði parturin í føroyska samfelagnum

Í somu tíð sum vinnan hevur ment hagtøl og stýringsamboð, er skúlin eftirbátur. - Skúlaverkið er hin minst digitaliseraði parturin í øllum tí føroyska samfelagnum, sigur Leif Abrahamsen.

11.09.2020

Leif Abrahamsen arbeiddi á Landsskúlafyrisitingini síðst í áttatiárunum. Landsskúlafyrisitingin er tað, sum í dag er Undirvísingarstýrið. Hann hevur verið stjóri á Gjaldstovuni í nógv ár og er eisini limur í stýrisbólkinum, sum hevur gjørt heildarætlanina fyri KT-virksemið í undirvísingarverkinum. Tá ið heildarætlanin fyri KT-virksemið í undirvísingarverkinum var til viðgerðar síðsta fríggjadag í Norðurlandahúsinum, hevði hann eina framløgu við heitinum Eitt trygt vælvirkandi undirstøðukervi. Har greiddi hann frá eini samrøðu í 1990, hann hevði við Birgir Danielsen, stjóra á Fiskasøluni, um hagtøl og stýringsamboð, sum vinnan longu tá hevði og síðan støðugt hevur ment. Birgir Danielsen spurdi eftir hvørjum prinsippum, fíggjarlógin var gjørd eftir og ymsum tølum, hagtølum og kostnaðum í skúlaverkinum. Leif Abrahamsen visti ikki at svara hesum, tí einki av hesum var til. Meðan tað í vinnuni alla tíðina verður hugsað um at optimera alla orku, soleiðis at vit fáa sum best burtur úr, verður einki at hesum gjørt í skúlaverkinum.

-  Tann týdningarmesta orkan í samfelagnum er næmingar; vinnan ger í løtuni íløgur fyri 1 milliard, tí hon vil økja um góðskuna, og so diskutera vit, um vit hava ráð at brúka 40 milliónir í 4 ár at geva læraranum stýringsamboð. Tað er í grundini ótrúligt.

Hygg at brotinum her: https://www.youtube.com/watch?v=FZAXrfaqGnM

Tað ber eisini til at hoyra alla framløguna her: https://www.youtube.com/watch?v=FZAXrfaqGnM&list=PLF0p0paTS21e9tavdrPf-rwn8tJ-vkGOz&index=10

Mynd: snar.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.