Tíðindi

Skúlatrøð kveikti starvsbreyt

Valskúlin hjá Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík tók í fjør summar stig til at skipa eina vallærugrein, ið er ein starvsbreyt á 10. floksstigi, eftir at hava fingið ein fyrispurning um tað, og bað Beintu Árnadóttir Gregersen, verkætlanarfólk, og Vanju Engskarð, kveikjara, hjá Arbeiðsloysisskipanini (ALS) um at leggja starvsbreytina til rættis fyri skúlan

19.02.2018

Breytin er skipað í samstarvi við ALS, og endamálið við Starvsbreytini er at kunna næmingar um arbeiðsmarknaðin, at menna førleikar til at søkja og røkja starv og at geva verkligar royndir í sambandi við ymisk størv.

   Á Starvsbreytini verður arbeitt bæði ástøðilig og verklig. Fyrstu vikurnar fara til at læra, hvussu ein skrivar til dømis umsókn, hvussu eitt CV skal snikkast til, hvussu sum best kann fyririeka seg til eina setanarsamrøðu. Í verkliga partinum fara næmingar í starvsvenjing hjá fyritøkum og stovnum í býnum. Hetta er eitt gott høvi hjá teimum, ið vilja menna persónliga styrki í sambandi við framtíðar starv, og hjá teimum. ið vilja hava víðari innlit í ymiskar vinnugreinir og størv.

   Beinta Gregersen og Vanja Engskarð hava bólkin Ung í ALS-skipanini, og tað er ung millum 16 og 26 ár.

   - Tá ið vit fáa ein slíkan fyrispurning, verða vit sera fegin, tí vit taka altíð eitt serligt tak fyri henda bólkin, tí hann er líkasum nærri at okkum, sigur Beinta, sum heldur, at ungfólk vísa seg øgiliga ofta at hava ilt við at ringja til fólk, at fara út til fólk, alt tað vanliga, ið krevst, tá ið tú skalt út á arbeiðsmarknaðin.

   Tey ungu vita til dømis ikki, hvat eitt CV er, tey duga ikki at skriva eina umsókn, so tá ið ein slíkur fyrispurningur kemur, er tað eitt upplagt høvi at royna at fyrireika tey til arbeiðsmarknaðin, kroysta tey eitt sindur til at ringja til ein arbeiðsgevara, tí at ein partur av Starvsbreytini er, at tey ungu skulu út í starvsvenjing. Hetta kann kveikja tey til at finna útav, hvat tey kundu hugsað sær at lært, at lisið, at arbeitt við í sínum vaksna lívi.

   Beinta og Vanja hjálpa teimum við at seta orð á, hvat tey duga. Hevur tú ongar arbeiðsroyndir, so veitst tú typiskt ikki, hvat tú kanst brúka tínar eginleikar til. So tær báðar geva teimum nøkur orð, sum tey kunnu brúka í sambandi við at samskifta við arbeiðsgevaran á einum barnagarði, hjá politinum, í handli, á verkstaði. Tað fevnir stutt sagt um allan arbeiðsmarknaðin í samfelagnum at staðfesta, hvat tann ungi kann brúka sínar eginleikar til. Tey kunnu eisini verða trýst til at ringja til ein arbeiðsgevara og fortelja, at tey ringja frá starvsbreytini og skulu út í starvsvenjing. So verða tey kallað inn til eina samrøðu í starvsbreytarhøpi, sum tey hava trenað frammanundan, ein samrøða, sum tey hava tikið upp, tí soleiðis fáa tey at vita, hvussu tey sjálv hava reagerað.

   - Tað er ikki so lætt, tí tá ið tú kemur út bara við einum 10. floksprógvi, hevur tú ikki tínar fakligu førleikar enn, tú ert ikki blivin testaður, tí eingin hevur tosað við teg um, hvat fyri góðar eginleikar tú hevur, sigur Beinta Gregersen.

   Tey ungu skulu læra at virða nakað so vanligt sum, at skalt tú arbeiða frá átta til fýra, so møtir tú tíggju minuttir í átta. Tað eru tey so sloppin at royna. ALS er saman við Starvsbreytini farið undir eina tilgongd, sum er at búgva tey ungu til arbeiðsmarknaðin. Tað ræður um at klippa nalvastreingin til foreldrini av.

   - Vit uppliva øgiliga ofta hjá ALS, at foreldur ringja og siga til dømis: "Tú, sonur mín manglar arbeiði, kunnu tit ikki skaffa honum okkurt?", sigur Beinta Gregersen, sum fortelur, at tey kallaðu 18 ungfólk inn herfyri, og har vóru tveir pápar við. Teir eru nettupp tað, vit rópa "curling-foreldur"

   Í okkara modernaða samfelag er ógvuliga lítið til av ófaklærdum arbeiði. Tey ungu kunnu siga: "Góða, lær meg, hvussu eg skal bera meg at við at fáa eitt arbeiði."

   Kortini er tað heilt vanligt, at ung floyta á, um tey eru innkallað, tey skulu eitt nú til tannlækna, og so skulu tey hetta og hatta og møta sostatt ikki upp.

   - Tað, sum vit alla tíðina royna at siga, er, at tey ungu skulu ikki vera so autoritetstrúgv, at tey fáa ikki verið til, men tá ið vit siga "hoppa", so skulu tey hoppa, tí at møtir tú ikki, so fær tað avleiðingar, sigur Beinta Gregersen, verkætlanarfólk.

   Skal onkur okkurt, sum tey eru noydd at fara til, so er tað í lagi, men tey mugu siga frá hjá ALS, og so finna tey eina aðra tíð.

   Tað stutta av tí langa er, at vilja tey ikki lurta eftir autoritetinum, so klára tey heldur ikki at konfrontera autoritetin.

   Tað er yvirhøvur lætt at laga seg eftir vanligum reglum.

Myndin:

Beinta Árnadóttir Gregersen, verkætlanarfólk hjá ALS sigur, at ungfólk vísa seg øgiliga ofta at hava ilt við at ringja til fólk, at fara út til fólk og alt tað vanliga, ið krevst, tá ið tey skulu út á arbeiðsmarknaðin

  Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.