Tíðindi

Skúlatilboðið í dagstovnum ikki nóg gott

Tilboðið er mangan merkt av vantandi tilfeingi og av at vera óskipað, heldur námslektari

18.12.2017

Í kjakinum um forskúlar hoyra vit, at dagstovnar hava eitt skipað tilboð til børn 6-7 ára gomul; í summum dagstovnum verður hetta rópt skúlastova ella skúlabólkur. Hetta tilboðið er í mongum førum ikki nóg gott, heldur Súsanna Olsen, tí tað er merkt av vantandi tilfeingi, vantandi pengum og av at vera óskipað, tað vil siga, at tað er tilvildarligt og tengt at teimum persónum, ið starvast har. Tað undrar eisini Súsonnu Olsen, námslektara á Námsvísindadeildini, at fakfelagið hjá námsfrøðingum tvíheldur um, at námsfrøðingarnir skulu vera um hesi børnini, tá ið tað er ein veruleiki, at so stórur partur av námsfrøðingastørvunum eru sett við ófaklærdum fólki.

- At ansa og menna børn hjá øðrum er ikki eitt arbeiði fyri ófaklærd. Hetta er ein professiónell uppgáva, sum skal loysast av professiónellum; eitt er, at tú kanst ansa og vera um tíni egnu børn, og tú hevur nakrar førleikar í mun til tað, men tað er als ikki tað sama sum at vera um børn hjá øðrum. 

Súsanna Olsen mælir teimum, ið ganga á odda fyri Lærarafelagið og Pedagogfelagið, um at seta seg saman at tosa um samstarv.

- Øll størv, sum hava við børn at gera, eru ein stafett frá fyrsta degi. Tú fært stafettina, arbeiðir saman við hinum og letur stafettina víðari. Tað hevur størri týdning enn vit gruna, at vit samstarva um børnini, tí tey fáa so øgiliga stórar avbjóðingar, tá ið tey gerast vaksin.

Forskúli verður mangan settur á stovn, tí skúlin eftirlýsir, at børn eru meiri búgvin, tá ið tey skulu í skúla. Men forskúli er eisini mangan eitt ynski frá foreldrum. Ein frágreiðing kann vera, heldur Súsanna Olsen, at foreldur í dag eru ógvuliga ambisjøs barnanna vegna.

- Nógv børn eru sokallað prosjektbørn, har foreldrini hava eina meining um, hvat tey skulu gera í framtíðini, kanska av góðum grundum, tí krøvini til børn í dag eru methøg samanborið við fyrr, serliga tá ið talan er um skúlafrøðiliga læring, tað vil siga skipaða læring. Tað einasta, vit kunnu kappast við í globaliseringini, er vitan, og jú fyrr skjøtul verður settur á skipaða læring, jú betri er; tað snýr seg um at vera so frammarlaga sum til ber. Krøvini frá lærdu háskúlunum, eins væl og til handaligu fakini, hava ongantíð verið so høg sum nú, og tey verða herd alla tíðina. Hví so nógv fólk eru varin ella bangin fyri skipaðari læring, skilji eg ikki rættiliga; tað sýnist sum eingin hevur fyrivarni við at seta barnið við einum teldli, har bæði skipað og óskipað læring fer beint inn í heilan á barninum uttan nakað fyrilit ella eftirlit. Kanningar vísa, at teldlar, sum verða nýttir í barnagørðum og skúlum, er skipað læring; tá teldlarnir verða nýttir heima við hús, er lítil, ella eingin stýring. Teldlar eru ein funnin fressur í forskúlahøpi, tí har kunnu vera so nógv forrit, har barnið lærir ymiskt grundleggjandi og dannandi. At málið í teldlunum ikki er føroyskt, er ein annar spurningur; eftir míni sannføring eiga vit heilt greitt at brúka pengar uppá at føroyska tað, sum teldlarnir verða fóðraðir við, tí tú lærir best á móðurmálinum. Hinvegin vita vit tað, at tvímælt og fleirmælt eru nógv vitugari, tí hesi børnini hava fingið fleiri avbjóðingar. 

Les samrøðu við Súsonnu Olsen í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni