Stabbamynd greinar

Skúlastøddir

41 skúlar eru í Føroyum; tað eru serliga samanløgdu skúlarnir, Skúlin á Fløtum og á Skúlatrøð, sum stinga seg burturúr.

13.06.2016

Myndin vísir fyribils næmingahagtøl fyri fólkaskúlan skúlaárið 2016/17. Á myndini eru 39 skúlar. Veruliga talið er tó 41 skúlar, tí í hesi uppgerðini frá Mentamálaráðnum eru skúlarnir í Hvalvík og Hósvík taldir saman við skúlanum við Streymin. Tað eru serliga samanløgdu skúlarnir, Skúlin á Fløtum og á Skúlatrøð, sum stinga seg burturúr. Næmingatalið liggur omanfyri 740 í hvørjum skúlanum sær. Í hesi uppgerðini eru 13 skúlar við fleiri enn 200 næmingum, 6 skúlar við millum 100 og 200 næmingum, meðan 20 skúlar hava færri enn 100 næmingar. Av teimum 20 skúlunum við færri enn 100 næmingum eru 6 skúlar við færri enn 10 næmingar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.