Tíðindi

Skúlastjórin dansar millum nógvar ymiskar pallar

Viðhvørt kann uppgávan vera trupul og avbjóðandi, til dømis kunnu pallarnir toga í hvør sína ætt, tí øll hava so avgjørdar meiningar um, hvussu alt eigur og skal vera. Mín uppgáva er at fáa tað at bera til út frá, hvat er best fyri skúlan. Tað sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi.

19.12.2023

Evsti skúlamyndugleikin eiga at stinga kósina út fyri skúlan og gera mannagongdir og leiðreglur, sum skúlarnir skulu fylgja, men tað er eisini ein sannroynd, heldur Annbritt Toftegaard, at hesin evsti myndugleikin ikki altíð hevur føling við tí, sum gongur fyri seg í skúlanum í dag, og veit, hvussu tað er at vera næmingur ella lærari í dag.

- Í høvuðsheitum er tað gott fyri skúlan, at myndugleikar, stovnar og onnur sleppa til orðanna um skúlan, men tað er ikki altíð, at tey, sum hava eina meining um skúlan, kenna hann so væl, sum tey halda, at tey gera. Fá teirra, sum hava greiðar meiningar um, hvussu alt eigur at vera, vita ikki altíð, hvussu tað í veruleikanum er at undirvísa ella at reka og leiða ein skúla.
- Skúlastjórar eru í einum leiðslubólki, sum samskiftir við myndugleikarnar á einum yvirskipaðum stigi, men eitt er at lurta eftir okkum, og annað er at uppliva skúlan, sum hann veruliga er. Tað er púra hvør sítt.  

Fyri at fáa alt at bera til í skúlanum, og fyri at øll skulu hava eina kenslu av, at tey verða tikin í álvara, og at lurtað verður eftir teimum, skal skúlastjórin vera ein høgguslokkur. Annbritt Toftegaard lýsir tað sum, at skúlastjórin skal kunna dansa millum allar teir ymsu pallarnar, sum eru, og fáa samstarvið millum pallarnar at virka. Pallarnir kunnu vera alt frá evsta myndugleika til øll tey, sum so ella so samstarva við skúlan. Har eru Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Undirvísingarstýrið, Nám, Próvstovan, Sernám, kommunan, barnavernd og so brúkarin, sum er bæði næmingar og foreldur. Harumframt eru lærarar og ymiskar funktiónir innan skúlagátt, sum eisini skulu havast í huga, og sum skulu til orðanna, til dømis SSP, førleikastovan, serstovurnar, ymisk tilboð og annað.

- Viðhvørt kann uppgávan vera trupul og avbjóðandi, til dømis kunnu pallarnir toga í hvør sína ætt, tí øll hava so avgjørdar meiningar um, hvussu alt eigur og skal vera innan skúlans gátt. Mín uppgáva er at fáa tað at bera til út frá, hvat er best fyri skúlan.

Les alla greinina, sum er í Skúlablað nr 6, 2023.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.