Tíðindi
18.09.2018
Tað verður skipað fyri nógvum áhugaverdum ráðstevnum og skeiðum í Føroyum, stórum og minni, sum hava við evni, ið hava við børn og ung, útbúgving, uppaling og annað, ið eru uppløgd evni hjá lærarum at kunna seg meiri um. Men ikki so sjáldan hoyra vit tey, ið taka stig til hesar ráðstevnurnar og skeiðini, finnast at, at lærarar sjáldan eru at finna millum luttakararnar ella bara í lítlan mun taka lut. Formaðurin í Føroya Lærarafelag kennir hesar atfinningarnar, og hann er púra samdur.
- Tað líkist ongum og er sera jánkasligt, at lærarar ikki fáa høvi at sleppa á viðkomandi ráðstevnur og skeið, sum kunnu geva teimum eina vitan, teimum tørvar í yrkinum. Tað er einki meiri enn upplagt, at lærarar sleppa at taka lut á viðkomandi ráðstevnum og skeiðum, sum hava við børn og ung at gera. Lærarar eru saman við børnum og ungum hvønn dag og skulu tí vera væl skikkaðir og ílatnir at síggja eyðkenni um hetta og hatta, sum ráðstevnur mangan varpa ljós á. Ikki minst er tað hugvekjandi og gevur íblástur at sleppa á skeið og ráðstevnu, og at sleppa at tosa við starvsfelagar í øðrum skúlum og starvsfólki úr øðrum yrkisbólkum, sigur Herálvur Jacobsen.
Sum er hava skúlaleiðslur avmarkaðar møguleikar at loyva lærarum á skeið, sum onnur enn Mentamálaráðið og Nám skipa fyri.
- Kann verða at spart verður á mangan soltnu vikartímakvotuni, men ein onnur og meira pínlig sannroynd er, at skúlaleiðslur ikki hava nakra játtan at rinda skeiðsgjald o.a. burturav. Øðrvísi eru t.d. við dagstovnum, sum hava sína egnu játtan at arbeiða við. Ein bati er, at MMR stundum játtar nøkur pláss til ávís tiltøk, men tað er avmarkað, og ofta ikki nóg væl kunnað.
- Sjálvsagt áttu allar skúlaleiðslur at havt eina kontu, sum er oyramerkt til skeiðs- og ráðstevnuluttøku; skipanin skuldi verið soleiðis, at tað altíð eru nakrir lærarar í skúlanum, sum sleppa á viðkomandi skeið ella ráðstevnu. Við at forða lærarum at luttaka á skeiðum og ráðstevnum vísir Mentamálaráðið, at tey ikki virðismeta, at lærarar eru dagførdir og støðugt førleikamenna seg.