Tíðindi

Skúlabókavarðaútbúgving eftir føroyskum leisti komandi ár

At skúlabókavarðaútbúgvingin er útsett til komandi ár, gevur øllum betri tíð og umstøður at fyrireika hana væl og virðiliga. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

18.06.2020

Ráðleggingarnevndin fyri eftirútbúgving og framhaldsútbúgving av lærarum fólkaskúlans er farin at virka aftur, og ein tann fyrsta uppgávan, henda nevndin fór undir, var at gera eina lýsing av tørvinum á eftirútbúgvingum.

- Í Lærarafelagnum fegnast vit um, at gongd er komin á arbeiðið í ráðleggingarnevndini; nevndin hevur gjørt eina góða greining av, hvørjar eftirútbúgvingar vit hava, hvørjar vit eiga at hava, og hvør eigur at verða raðfest sum tann fyrsta at fara undir. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann vil seta skúlabókavarðaútbúgving í gongd skjótt; tað er gott, og tað hevði verið frálíkt um tað kundi verið longu í summar, men vilja vit hava eina skúlabókavarðaútbúgving, sum er føroysk og byggir á okkara tørv og umstøður, í staðin fyri at tillaga eina útlendska, so mugu vit hava stundir at fyrireika hana væl. Koronutíðarskeiðið hevur gjørt, at vit hava mist tíð til fyrireikingina; harumframt hava skúlaleiðslur víst á, at tað er óheppið at fara undir eina eftirútbúgving mitt í einum skúlaári, tí tað órógvar skúlan ov nógv. Eisini krevur tað tíð at skipa so fyri, at tey, ið fara undir hesa útbúgvingina, koma úr øllum landinum, soleiðis at vit fáa útbúnar skúlabókavørðir kring alt landið. Tí miðja vit eftir, at hon byrjar á sumri 2021.

Kunngerðin fyri skúlabókavørðir er serføroysk; hon er øðrvísi enn tann danska og tann norska, og tí ber ikki rættiliga til at leggja seg heilt uppat teimum útbúgvingunum. Innihaldið í teirri norsku minnir tó um ta føroysku, men hon er meiri umfatandi.

- Hóast vit kaga at, hvussu tey gera eitt nú í Danmark og Noregi og fáa íblástur haðani, so eiga vit at gera okkara egnu útbúgving eftir føroyskum leisti; vit eiga væl skikkaðar undirvísararnar á Námsvísindadeildini, Landsbókasavninum og øðrum bókasøvnum og stovnum. Vit vilja skipa hana á føroyskari grund, og at hon byggir á tørv, treytir og leist hjá okkum sjálvum.

Fróðskaparsetur Føroya vil ikki seta útbúgvingar á stovn, uttan at tær eru fult lýstar; tað er eitt krav sambært Bologna-sáttmálanum, og tað er gott, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Ein arbeiðsbólkur hevur kannað tørvin á skúlabókavørðum og hvat innihaldið í nýggju útbúgvingini eigur at vera, umframt hvat kunngerðin sigur í hesum sambandi. Umframt Ráðleggingarnevndina hevur eisini Fólkaskúlaráðið viðgjørt spurningin um skúlabókavarðaútbúgvingina, eisini í sambandi við, hvat hon krevur av orku og fígging, og vit eru samd um, at tað er umráðandi at brúka ta tíð, sum er neyðugt til, at skipa hana so góða sum til ber.

Í ráðleggingarnevndini er stjórin á Námi formaður; í nevndini eru umboð fyri Undirvísingarstýrið og Mentamálaráðið, Námsvísindadeildina, Sernám og Føroya Lærarafelag.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.