Tíðindi

Skúlabókasavnið eigur at verða raðfest nógv hægri

Tímarnir, sum skúlabókasøvnini fáa tillutað, eru alt ov fáir til allar tær mongu og fjølbroyttu uppgávurnar, sum skúlabókavørðirnir hava. Tað heldur Thordis Dahl Hansen, skúlabókavørður í Skúlanum við Streymin

01.03.2021

Í skúlum, sum eru bygdir seinastu nógvu árini, er skúlabókasavnið hugsað at vera námsfrøðiligur kveikingardepil og savningarstað miðskeiðis í skúlanum. Skal bókasavnið liva upp til hetta, krevur tað nógv meiri enn bara fysiskar karmar. Tað krevur, at tað eru bókavørðir til staðar nógv fleiri tímar, enn tímatalið er í løtuni. Tað sigur Thordis Dahl Hansen, skúlabókavørður í Skúlanum við Streymin. Tímatalið, ið verður tillutað bókavørðum, er tillutað sambært næmingatalinum. Í Skúlanum við Streymin eru 242 næmingar, og tað merkir, at 10 tímar um vikuna er bókavørður til staðar á bókasavninum, sum tveir bókavørðir býta millum sín; umframt eru 2 tímar til fyrisiting av bókasavninum.

- Tíggju tímar er alt ov lítið. Tað tvífalda hevði ikki verið ov nógv. Alt gott um sjálvlán, men tað er sera umráðandi at vera til staðar og vegleiða, tosa við næmingarnar um bøkur og eggja til lesing. Sjálvlán er gott fyri tey, sum lesa nógv frammanundan. Tað er ikki nóg gott, tá ið talan er um heilar flokkar, sum koma á bókasavnið; tá er tørvurin ymiskur, vanarnir ymiskir og uppgávan er at fáa tey, sum ikki at lesa, at lesa. Avbjóðingin hjá bókavørðunum er javnt og samt at eggja næmingar til at lesa, at skaffa vitan við at lesa okkurt. Við sjálvláni røkkur tú ikki næmingunum, sum ikki lesa. Tí verður tað soleiðis, sum tað mangan verður við uppgávum í skúlanum, sum verða raðfestar ov lágt, at bókavørðurin arbeiðir fleiri enn teir tímarnar, hann hevur tillutað. Tað er ikki rætt, at eldhugurin skal stýra.

Uppgávan hjá bókavørðunum er eitt nú at skipa fyri framsýningum, at seta bøkur upp á pláss og bíleggja bøkur, lesa bøkur og kunna seg um nýggjar bøkur og tilfar umframt at kunna næmingarnar um, hvussu teir leita sær vitan og brúka bókasavnið.

- At læra næmingar at brúka og virða bókasavnið er eisini okkara uppgáva; eru børn ikki von við at vera á bókasavni, kann tað verða ein hurlivasi og eitt stað at buldrast.

Skúlabókavørðurin er ikki bara oddviti á lesi- og bókaøkinum fyri næmingarnar; teir skulu eisini fevna um lærararnar.

- Vit skulu kunna lærarar um, hvussu teir ogna sær vitan um ymiskt, námsfrøði og annað. Hesa uppgávuna megna vit ikki til fulnar, tí tíðin røkkur ikki til, og tað er spell.

Thordis Dahl Hansen tók skúlabókavarðaútbúgving sum fjarlestur fyri nøkrum árum síðan. Hon fegnast um, at ætlanir nú eru um at taka útbúgvingina upp aftur í Føroyum.

- Tað er upp á tíðina, tí tørvurin er stórur á fleiri bókavørðum. Tað hava verið nøkur skeið og lærugreinadagar, men tað er á ongan hátt nóg mikið. Skulu vit fyribyrgja, at tey, sum skulu ganga á odda, ikki brenna út, mugu tey hava áfylling, og tá eru nógv og góð skeið og førleikamennandi tiltøk ein háttur. At lærarin sjálvur fyllir á við at fylgja við og er tilvitaður um sína uppgávu sum kveikjari hevur sjálvsagt eisini týdning. Tað er bara vitan og aftur vitan, sum skal til. Øll føroysk gransking eigur at verða løgd fyri allar lærarar, ikki bara ávísar bólkar av lærarum. Til dømis eiga úrslitini av føroysku lesivanakanningini at verða løgd fram fyri allar lærarar, tí úrslitini fata um arbeiðið hjá øllum lærarum. Tað hevur sera stóran týdning. Foreldur eiga eisini at verða kunnað, tí uppgávan er ikki einsamøll hjá skúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.