Tíðindi

Skúlaaftran vaksandi trupulleiki

Skúlin og lærararnir mugu vera partur av ætlanini, tá ið arbeitt verður við at fáa næmingin at trívast aftur; trupulleikin kann ikki bara verða loystur uttan fyri skúlan. Tað halda skúlavegleiðarar.

19.08.2021

Skúlavegleiðingin eru partur av førleikastovuni, og ein av uppgávunum hjá skúlavegleiðarunum er at fáa næmingar, sum ikki vilja í skúla, aftur í skúla. Henda uppgávan er sera trupul, og viðhvørt kann hon tykjast rættiliga vónleys, halda Tina Purkhús og Bergljót Rond, skúlavegleiðarar á Skúlatrøð í Klaksvík.

- Tað er ikki altíð, at vit halda okkum vera skikkað at megna hetta, tí vit eru ikki sálarfrøðingar, hóast vit skulu duga at taka støði í næminginum, har hann er staddur. Vit vegleiða foreldrini og næmingin; viðhvørt eydnast tað at fáa næmingin aftur í skúla, viðhvørt ikki. Við allari vegleiðing, sama hvat hon snýr seg um, er tað ein fyrimunur, um vit kenna næmingin frammanundan. Næmingurin fær eisini meiri burturúr, tá ið hann følir, at vit kenna hann, hansara bakgrund og hvussu hann klárar seg í skúlanum; at vit sum heild hava eina føling við, hvørji áhugamál hann hevur og so framvegis. Teir fáa eisini eina kenslu av, at vit vilja hjálpa teimum.

Tað er tá ið næmingurin er komin í miðdeild, serliga seinnu helvt av miðdeild, at trupulleikar við angist, strongd og skúlaaftran koma undan kavi, og serliga hjá gentum.

- Ivaleyst eru trupulleikar fyrr enn tá, men tá síggja vit, at nógvir næmingar eru nógv burtur úr skúlanum, og at fráveran bara veksur, til at summir als ikki koma í skúla. Hetta kann eisini vera næmingar, sum annars eru væl fyri; tó síggja vit hetta kanska serliga hjá næmingum, sum frammanundan hava okkurt at stríðast við, antin sosialt, fakliga ella á annan hátt.
Trupulleikin við angist, skúlaaftran og strongd er stórur, størri enn hann hevur verið. Her snýr tað seg fyri ein stóran part um álit millum næmingin, sum stríðist við angist, skúlaaftran ella strongd, og lærararnar og skúlan. Skúlin og lærararnir mugu vera partur av ætlanini, tá ið arbeitt verður við at fáa næmingin at trívast aftur; trupulleikin kann ikki bara verða loystur uttan fyri skúlan.

Á Skúlatrøð eru fýra serflokkar, har tríggir eru í hádeildini; tvær stovur við dreingjum, sum hava ymiskar avbjóðingar, størri og smærri, og sum onkursvegna hava ilt við at fóta sær í eini vanligari skúlastovu, umframt ein serstova við gentum, sum hava avbjóðingar. Aftrat eru næmingar, sum eru raktir av skúlaaftran. Eisini er ein skúlastova við næmingum, sum hava menningar- og rørslutarn.

Les alla greinina í Skúlablaðnum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.