Tíðindi

Skulu vit møta nútíðarbarninum, mugu vit broyta praksis

Uttan at skula aftur til tann svarta skúlan, so mugu vit skapa tryggar og góðar karmar og møta nútíðarbarninum og skilja tað. Tað sigur Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi í Námi

24.10.2022

Fólkaskúlalógin er frá 1997; í løtuni endurskoðar ein arbeiðsbólkur lógina, og sum skilst koma fyrstu tilmælini um dagføringar í næstum. Tað er umráðandi, at fólkaskúlalógin verður dagførd, soleiðis at skúlin møtir barninum, soleiðis sum barnið er í dag, heldur trivnaðarráðgevin í Námi.

- Fyri hálvari øld síðan vóru børn serfrøðingar í at tillaga seg umstøður og karmar. Næstan sama hvussu umstøðurnar vóru, so góvu børn seg undir tað, sum var, ikki minst myndugleikan. Í dag eru vit farin í hina veitina og finna okkum ikki í ringum ella vánaligum umstøðum og kørmum. Uttan at skula aftur til tann svarta skúlan, so mugu vit skapa nakrar tryggar og góðar karmar og møta barninum og skilja tað. Felagsskapurin er undir trýsti; eg meti ikki, at hetta er tí, at børn eru egoistar, sum summi vilja vera við, men tí at tey liva í einum samfelag, har krøvini eru stór, ferðin er stór, og tey verða órógvað á nógvum mótum, sum tey ikki vórðu fyrr, sigur Tóra Petersen.

Stranda skúli er farin undir eina umfatandi trivnaðar- og menningarverkætlan, sum hevur til endamáls at møta barninum betur. Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er miðvíst at fremja trivnað, menning og samstarv í øllum liðum, sum barnið er partur av. Hugsjónin aftanfyri er, at tað ikki er skúlin einsamallur, ella stovnar og foreldur einsamøll, men alt umhvørvið og øll tey, ið eru rundan um eitt barn, sum tryggja bestu karmarnar um barnið í góðum samstarvi. TÍTT-arbeiðshátturin, sum er eitt amboð til at meta trivnaðin hjá børnum og at varnast møguligar avbjóðingar, er týðandi amboð í verkætlanini.

- Tá ið vit fóru í gongd, vóru vit samd um, at vit eru saman sum eitt heilt samfelag og vilja tryggja, at børnini koma væl undan.

Stóð tað til Tóru Petersen, var trivnaðar- og menningarverkætlanin í Stranda skúla partur av gransking, har tað, sum verður sett í gongd, verður mett og mátað áðrenn og aftaná.

- Amboðini og undirvísingin, ið verða brúkt í tilgongdini, byggja á gransking, og til ber at gera samanberandi metingar, so kanska tað verður einaferð.

Tóra Petersen vísir á, at sambært gransking hevur góðskan á dagstovninum og góðskan í skúlanum avgerandi leiklut í, hvussu lívið hjá barninum verður.

- Úrslitið av góðskuni á stovninum og skúlanum røkkur heilt til ellisár, talan er ikki bara um lívsgóðsku, men eisini um alt, tú sum samfelagsborgari ber samfelagnum aftur. Við øðrum orðum, raðfesta vit sum samfelag dagstovn og skúla, fær samfelagið tað afturrindað fleiri ferðir. Tað er aðaltankin aftan fyri allar trivnaðarverkætlanir, men tað er samstundis tað, vit hava hug at gloyma, tí gongdin er, at vit heldur brúka orku at fyribyrgja og orku at sløkkja eld, tá ið tað er gingið galið. Tað er kanska abstrakt at hugsa, at fyribyrging loysir seg, at fyribyrging er ein íløga heldur enn ein útreiðsla. Hóast gransking úti í verðini vísir tað gagnliga at raðfesta trivnað og fyribyrging, so er tað djarvt at fara undir eina verkætlan sum hana í Stranda skúla, tí vit vita ikki fyrr enn um nøkur ár, hvat vit hava fingið burturúr. Og tað skulu starvsfólk og leiðsla á Stranda Skúla hava stórt rós fyri.

Les samrøðu við Tóru Petersen, trivnaðarráðgeva, í Skúlablað nr 5, 2022.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.