Tíðindi

Skulu vit lata hurðarnar upp?

Tíðin er óivað búgvin bæði myndaliga og ítøkiliga at lata hurðarnar upp, tí vit eru longu byrjað. Tóra við Keldu, lærari og forkvinna í MEGD, skrivar

05.03.2021

Komin inn í gongina á skúlanum, síggi eg fleiri hurðar. Tímin er byrjaður, og hurðarnar inn í flokshølini eru latnar aftur. Tað er friðarligt á gongini, og á ferð fram við flokshølinum síggi eg gjøgnum rútarnar og hoyri á lagnum, at lærarar og næmingar eru farnir inn í mennandi læringarumhvørvið.

Privatpraktiserandi lærarin er farin til verka.

Modernistiska samfelagið hevur broytt vaksin og børn, og tó hava vit sum heild ein siðbundnan fólkaskúla við privatpraktiserandi lærarum. Lærarin ger av, hvussu hann arbeiðir, og hvørjum hann arbeiðir við. Av tí at tættirnir í uppgávuni hjá lærarum í dag eru nógv fleiri enn fyrr, og karmarnir nærum teir somu, er vandin, at lærarin við tíðini gerst einsamur og uppgávan ov avbjóðandi. Handan hurðina er hann einsamallur um uppgávuna og næmingarnar.

Skulu vit ikki lata hurðarnar upp og bjóða samstarvinum inn í læringarumhvørvið? Hugsi, at tað er lykilin, ið kann gera uppgávuna møguligari.

Um vit hugsa um nýggjar rembingar á námsfrøðiliga økinum, eru nakrir møguleikar. Havi hug at vísa til professionellar lærandi felagsskapir - PLF.

Tíðin er óivað búgvin bæði myndaliga og ítøkiliga at lata hurðarnar upp, tí vit eru longu byrjað. Vit hava á flestu skúlum í dag toymi um flokkar, sum hava fingið tíð at samstarva. Eg veit, at toymi eru ymisk, men yvirskipað eru toymini praktisk og ikki PLF.

Við PLF verður praksis broytt, og toymi verða til felagsskapir.

Nógvar allýsingar eru av hugtakinum, sum í stuttum kann sigast at vera, tá ið ein bólkur av lærarum/starvsfólkum luta sínámillum og gera eina kritiska kanning av praksis á ein støðugan, reflekterandi, kollaborativan, inkluderandi og mennandi hátt við læring í fokus. Við hesum er málið at betra um úrtøkuna hjá tí lærandi við saman at átaka sær ábyrgdina. Her hevur formliga leiðslan ábyrgd saman við lærarum um miðvíst at menna undirvísing og læring á skúlanum.

Hetta skal gagna bæði næmingum og lærarum.

Tær fimm súlurnar í samstarvinum eru: felags virði og visjón, fokus á næminganna læring, reflekterandi dialogar, avprivatisering av praksis og samstarv.

Um eg hugsi um gerandisdagin í skúlanum, so er hann krevjandi, og nógv er at gera.

Hetta síggi eg ofta og eisini hendan dagin, tá ið ein lærari sjónliga troyttur kemur yvir til kaffivognin á lærarastovuni og sigur: „Eg mátti rýma, tí um eg varð verandi, so hevði eg skeldað út!” Eftir at hava tosað eitt sindur um støðuna, skilti eg, at næmingurin, sum fekk læraran at missa tolið, hevði avbjóðingar.

Í hesum førinum hevði tað verið ein vinningur fyri læraran at verið partur av einum samstarvandi toymi í einum professionellum lærandi felagsskapi. Ein felagsskapur, sum í eina tíð møtist og tosar um ítøkiligar støður í undirvísingini, reflekterar um tað, sum hendir, t.d. um undirvísingartilfar og tað, sum næmingarnir gera, hvat kann gerast øðrvísi, ella hvat skal ella kann broytast. Møguleiki er eisini fyri at fáa onkran í felagsskapinum at eygleiða undirvísingina.

Lykilin, ið kann lata hurðarnar upp, skal síggjast í ljósinum av vinninginum, at undirvísingin sum heild verður ein felags uppgáva fyri felagsskapin, har avbjóðingar hjá einstaka læraranum og næminginum verða tiknar í álvara, og har lærarar geva og fáa til frama fyri professionella lærandi felagsskapin.

Við hesum verða flokshurðarnar latnar upp, og lærarin fær í samstarvi reflekterað svar. Læringin hjá næminginum er sett í miðdepil, og samstarv er um undirvísingina. Tosað verður um, hvat næmingarnir skulu læra, og eftirmett verður í felag, hvat teir hava lært.

Jú, skulu vit ikki lata hurðarnar upp?

Tóra við Keldu, lærari


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.