Tíðindi

Skulu vit gerast partur av føroyska samfelagnum, er málið avgerandi

Í Eysturskúlanum í Havn starvast 47 ára gamla Svitlana Tyshchenko sum lærari. Hon kom til Føroya úr krígsherjaða Ukraina í septembur í fjør og hevur sum eina av sínum fremstu uppgávum at undirvísa børnum, sum líða undir somu lagnu sum hon og eru flóttar í fremmandum og púra ókendum landi.

28.08.2023

Børnini, sum eru 17 í tali, eru savnað í flokki fyri seg, men hava eisini undirvísing saman við føroyskum børnum. Eitt nú í ítrótti, list og tónleiki. Flokshølini í eini av teirri ovaru lonunum í Eysturskúlanum eru sett av til endamálið. Allastaðni eru føroysk orð og føroyskir setningar at síggja í barnahædd, skrivað á pappír við stórum og minni stavum.

Svitlana undirvísir í føroyskum, enskum og í støddfrøði. Og so hevur hon móðurmálsundirvísing og aðra undirvísing, ið beinleiðis er ætlað børnum úr Ukraina.

Tey yngstu eru sjey ára gomlu, tey elstu eru fimtan. Tí er spennið vítt, ásannar Svitlana, men málsliga eru avbjóðingarnar tær somu.

- Tað er uttan iva ein fyrimunur fyri børnini, at tey hava ein lærara, sum kennir teirra støðu, uppruna, mál og mentan og kann undirvísa á móðurmálinum, sigur hon. 

Eisini foreldrini eru fegin um, at tey á móðurmálinum kunnu venda sær til ein lærara og spyrja, hvussu tað gongur sínum barni í skúlanum.

Men Svitlana undirstrikar, at týdningurin av at læra føroyskt sum annaðmál á ongan hátt má undirmetast. Hon heldur, at tað er sera umráðandi fyri ukrainsku børnini – og fyri foreldrini – at tey frá byrjan fáa holla málsliga frálæru og vegleiðing í føroyskum sum annaðmál.

- Málið er lykilin til alt samskifti og eina líkinda tilveru. Skulu vit klára okkum og gerast partur av føroyska samfelagnum, er málið púra avgerandi og ein so grundleggjandi og týðandi partur, sigur hon.

Og hóast tað er ein avbjóðing, brosar hon og greiðir skemtandi frá, hvussu trupult tað kann vera at keypa inn í føroyskum matvøruhandlum og øðrum handlum, tí næstan allar upplýsingar um vørur og tænastur eru á føroyskum máli, og lítið er í hesum sambandi hugsað um tilflytarar. Og soleiðis er tað so nógvastaðni, sigur hon. Eitt nú í bankum, á sjúkrahúsum og á fleiri almennum stovnum.

Men skúlabørnini trívast, heldur hon. Ofta eru tey saman við føroyskum børnum, bæði í skúlanum og í frítíðini. Fleiri teirra hava fingið føroysk vinfólk.

- Í skúlanum halda tey nógv saman í fríkorterinum, tá ið flokkarnir hittast, sigur hon.

Svitlana Tyshchenko er ættað úr býnum Schastie har eysturi í Ukraina. Hon er útbúgvin á Lugansk Pedagocical Institute og hevur starvast sum lærari, síðani hon var 22 ára gomul.

Svitlana og maðurin flýddu undan krígnum í fjør og komu til Føroya í septembur. Sonurin, sum er 21 ára gamal, er tó eftir í Ukraina og lesur á lærda háskúlanum í høvuðsstaðnum Kiev.

Jákup Bogi Joensen hevur skrivað. Eyðna Magnusen tók myndina.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2023

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni