Tíðindi
20.08.2018
Eyðun á Borg, lærari í Skúlanum á Argjahamri, spyr, um vit ikki áttu at gjørt tað sama. Hann grundgevur við, at vit føroyingar, eru so umgirdir av donskum, at vit altíð fara at duga nóg væl danskt, og at tað tí ikki hevði skatt, um vit høvdu lært okkum enskt eitt sindur betur. Hann heldur, at tað kundi borið til at lækkað tímatalið í donskum og hækkað tað enska, uttan at vit mistu okkara førleika í donskum. Hetta hevði havt við sær, at vit høvdu dugað danskt nóg væl til at vera partur av norðurlendska samstarvinum, samstundis sum vit høvdu dugað betur enskt.
Næmingar duga betur enskt í dag
Tað er ein sannroynd, at børn og ung eisini eru umgird av enskum í nógv størri mun enn fyri fáum árum síðan, og hetta vindur upp á seg. Børn og ung lesa og hoyra enskt á internetinum, har tey reika á sosialum miðlum, spæla telduspøl og hyggja at sjónbondum á enskum. Millum ung er áhugin ofta størri fyri enskum undirhaldi og lesnaði enn fyri donskum.
Í skúlanum sæst hetta aftur, tí næmingar duga betur enskt, enn teir gjørdu fyri 10-20 árum síðan. Enskt liggur tó fjart frá okkara móðurmáli, og tí hava summir næmingar trupult við at stava enskt, kanska serliga yngru næmingarnir. Tað er ofta lættari at stava danskt, tí tað liggur tættari at okkara móðurmáli, og tað stavast meir ljóðfrøðiliga enn enskt.
Vilja heldur lesa enskt
Á skúlabókasøvnum síggjast ein rúgva av donskum bókum, meðan ensku bøkurnar eru við undirlutan. Hetta endurspeglar ikki áhugan hjá næmingunum, sum ofta heldur vilja lesa eina enska bók enn eina danska. Serliga í framhaldsdeildini eru nøkur, sum kundu hugsað sær fleiri enskar bøkur, og tað heldur Eyðun eisini kundi verið ynskiligt fyri áhaldandi at menna áhugan og førleikan í enskum.
Framtíðin hjá danskfakinum
Spurdur, um danskt eigur at varðveita sín sjálvsagda rætt og nøgd av tímum á tímatalvuni, svarar Eyðun, at vit møguliga áttu at raðfest enskt fram um danskt. Tó heldur hann, at vit eiga at halda á við at hava nakað av donskum og norðurlendskum í fólkaskúlanum
fyri at varðveita og bera víðari okkara felags norðurlendsku mentanarfatan og arbeiðs- og lestrarmøguleikar.
Les alla greinina í Skúlablaðnum, sum júst er komið