Tíðindi

Skrivikapping fyri norðurlendskar næmingar í framhaldsdeildini

Skriva fyri einari burðardyggari nýtslu av havinum. Hitt norðurlendskar politikarar á ársfundi hjá Norðurlandaráðnum í Oslo!

27.08.2018

Norrønu Feløgini og sendinevndin hjá Stórtinginum til Norðurlandaráðið bjóða nú norðurlendskum framhaldsskúlanæmingum til skrivikapping, har sjóneykan verður sett á umhvørvi, burðardygga umsiting av havinum og norðurlendskt samstarv. Hvør skúli hevur møguleika at senda inn tvey íkast til kappingina.

3 vinnarar verða bodnir til ein spennandi dag saman við politikarum og kjakum í Norðurlandaráðnum undir ársfundinum í Oslo 30. - 31. oktober 2018. Ferð, matur og gisting fyri vinnarar og lærara verða goldin. Vinnarin verður avdúkaður í viku 42.

Innlatingarfreist: 1. oktober 2018

Hvussu kunnu vit í Norðurlondum tryggja, at havið verður troytt á burðardyggan hátt?

Havið er eitt lívsneyðugt tilfeingi fyri øll Norðurlond. Í framtíðini fara vit at hava tørv á enn meira mati og orku úr sjónum. Samstundis eru høvini hótt av umhvørvistrupulleikum, so sum dálking og stórum mongdum av plasti, mikroplasti og burturkasti. Avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum og ovfisking skapa trupulleikar, ekka og tørv á nýggjum loysnum. Hvussu kunnu vit í Norðurlondum tryggja havinum, umhvørvinum og komandi ættarliðum eina góða framtíð?

Skriva ein tekst um hvussu Norðurlond kunnu tryggja at vit brúka havsins tilfeingi á ein burðardyggan hátt og forða fyri dálking og veðurlagsbroytingum. Tú kanst lýsa framtíðarútlit ella trega, koma við atfinningarsomum viðmerkingum, ynskjum um broytingar ella uppskotum til loysnir, tað er upp til tín. Tekstaslag og yvirskrift avgert tú sjálv/ur.

Hetta er tín møguleiki at fortelja politikarum í Norðurlondum, hvat neyðugt er at gera!

Minst til:

Tú mást skriva á einum av teimum norðurlendsku málunum.

Í mesta lagið 800 orð.

Skriva navn títt, skúla, bústað og telefonnummar

Freist: 1. oktober 2018

Verður sent til: utdanning@norden.no

”Í einum heimi merktur av broytingum og ófriði, er norrøna samstarvið meira viðkomandi enn nakrantíð fyrr (..) Álitið og samanhaldið, vit hava okkara millum, geva fyrimunir, sum vit mugu gagnnýta og gera íløgur í.”

Í 2018 hevur norska Stórtingið formansskapin í Norðurlandaráðnum, og vit hyggja serliga at hvussu norrønt samstarv um heisu, útbúgving, hav og verju kann tryggja burðardygg, varandi og trygg famfeløg, eisini í framtíðini. Les Skránna hjá norska formansskapinum fyri Norðurlandaráðið 2018: Et bærekraftig og trygt Norden her: https://www.stortinget.no/globalassets/pdf/diverse/norges-presidentprogram-for-nordisk-rad-2018.pdf

Á undirvísingarportalinum hjá Norrønu Feløgunum www.nordeniskolen.org finst ein røð av greinum, filmsbrotum og frálæruuppgávum um umhvørvi, tilfeingisnýtslu og dálking av høvunum – á øllum norðurlendsku málunum og ætlað næmingum í framhaldsdeildini: https://nordeniskolen.org/fo/undirv%C3%ADsingartilfar/?searchTheme=allTags&searchTags=107221,108270,108318,108387&page=1&orderBy=default

”Mál og mentan eru lykilin til norðurlendskan felagsskap og flytføri. Felags málfatan styrkir norðurlendska samleikan og norðurlendska felagsskapin. Børn og ung skulu hava kunnleika til norrøna mentan, søgu og mál. Í 2018 fer formansskapurin at eggja lærarum og skúlaleiðarum til at seta Norðurlond og norrønu málini á tímatalvuna.”

ST heimsmál fyri burðardygga menning (http://snar.fo/heimsmal/) nr. 14:

"Varðveita og á burðardyggan nátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning”

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.