Tíðindi

Skjóttleikin skal betrast

- Verða lesiroyndir arkiveraðar loddrætt, gera tær ongan mun, sigur Birgir Veyhe, taliráðgevi, sum starvast hjá Sernámi í Suðuroynni.

19. september 2018

Birgir Veyhe hevur tikið mangar lesiroyndir tey brátt 4 árini, hann hevur starvast hjá Sernámi, og innan tað starvaðist hann sum lærari í 4 ár.

Hesi árini á Sernámi hevur Bigir Veyhe havt við lesing at gera, men skipanin við lesiroyndum er nú broytt, so at onnur framyvir fara at taka sær av hesum.

Men Birgir Veyhe hevur royndirnar, og eisini eina meting um, hvat gagn er í lesiroyndunum, og hvussu tær kunnu gagnnýtast. Eisini hevur hann eina meting um, hvussu lesihugurin hjá børnum kann stimbrast.

Hevur gingið framá

Birgir Veyhe metir, at lesiroyndirnar eru til gagns, og at tað hevur gingið framá við lesingini hjá børnum seinnu árini.

- Tað hjálpir at taka lesiroyndir. Lærarin fær at vita, hvussu støðan er, og tað at fólk koma útifrá, ger eisini, at hesi kanska síggja okkurt, sum lærarin ikki sær, tó at tað hinvegin eisini kann henda, at børn gerast ótrygg við ókenda persónin, metir Birgir Veyhe.

Men skjótleikin er ein snávingarsteinur, sambært Birgiri Veyhe.

- Tað vísir seg, at føroysk børn “falla” upp á skjótleika, tó at tey annars hava svarini røtt í lesiroyndunum. Og ein kanning hevur eisini víst, at føroysk børn lesa seinni, enn t.d. donsk børn, sigur Birgir Veyhe, sum heldur lesiroyndirnar vera eitt gott amboð, um skúlarnir velja at brúka tær, til dømis við at hava lesiátøk í skúlunum.

- Um lesiroyndirnar verða arkiveraðar loddrætt, sum tikið verður til, so gera tær ikki mun, sigur Birgir Veyhe, sum heldur, at 3 hættir eru hjá skúlunum at nýta úrslit av lesiroyndunum.

- Ein kann nýta tær innanhýsis, og eisini geva foreldrum kunning. Tað góða er tá, at foreldur kunnu vera við til at bøta um støðuna. Við lesiroyndunum kemur ein bókstavur, har úrslit verða flokkað frá A til F, og vandin kann liggja í, at foreldur fokusera uppá henda bókstav, og kanska sammeta, so hetta førir til kegl ella klandur, metir Birgir Veyhe.

- Eg haldi tað riggar best, tá skúlar nýta úrslitini av lesiroyndunum á einstaklinga foreldrafundum, uttan flokkingarbókstavirnar, sigur Birgir Veyhe.

- Verða úrslit av lesiroyndini bert brúkt innanhýsis í skúlanum, so er vandin, at ongin veit, hvat hvør ger, ella um nakar ger nakað yvirhøvur, sigur Birgir Veyhe.

Hann metir lesiroyndirnar vera gott amboð, ið – skrivliga – vísa á ávísu trupulleikarnar.

- Eftir stendur, at skjótleikin skal betrast. Lesing og skriving er týdningarmikil partur í at ogna sær vitan í dagsins vitanarsamfelag, leggur Birgir Veyhe dent á.

Mugu lesa dagliga

Fyri at stimbra lesing og lesihugin hjá næmingum er av týdningi at lesa dagliga, metir ráðgevin á Sernámi.

- Neyðugt er at halda fast við tilráðingina frá granskarum um at lesa 20 minuttir dagliga, samstundis sum hildið verður fram við lesiátøkum í skúlunum, sigur Birgir Veyhe.

- Neyðugt er eisini, at lærarin leggur seg eftir at fylgja við, so næmingarnir velja sær bøkur, ið hava teirra áhuga, og sum hóska til teirra førleika, sigur Birgir Veyhe, og vísir á, at t.d. krabbabøkurnar eru sera góðar í hesum sambandi.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.