Tíðindi

Skipanin við royndar- og menningarvirksemi eigur at verða ment

- Av tí at fáar eftirmetingar eru av verkætlanunum, eru tað ofta bara tey, sum hava gjørt verkætlanina í einstaka skúlanum, sum vita av henni og hava gagn av henni, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

15.02.2021

Formaður Føroya Lærarafelags fegnast um, at skúlar fáa játtan til royndar- og menningarvirksemi. Hann undrast tó á, at skipanin ikki verður ment, so at fleiri kunnu fáa ágóðan av royndunum frá hesum virksemi. Hann heldur, at fleiri verkætlanir eiga at hava fakfólk uttanífrá við og verða eftirmettar eftir einum fakligum leisti.

- Eftirmetingin av menningarvirkseminum fer ofta bara fram í skúlanum, sum fremur verkætlanina. Tað er eingin uttanífrá í skipanini, sum eftirmetir hana saman við skúlanum. Vanliga fáa skúlarnir játtan eitt ávíst áramál til verkætlanina, og tá ið játtanin dettur burtur, má skúlin halda uppat við verkætlanini, sjálvt um tilboðið hevur verið gott, tí at virksemið rúmast ikki í játtanarkørmunum. Og tá ið eingin fíggjarorka er til eftirmeting av verkætlanini, eru tað bara tey, sum hava gjørt verkætlanina, sum vita av henni og hava gagn av henni. Aðrir skúlar vita av góðum grundum einki um verkætlanina, og tá fáa vit ov lítið burtur úr góðu royndunum, ið royndar- og menningarvirksemi leggur eftir seg.

Jacob Eli S. Olsen heldur, at ein loysn at menna skipanina er hækka játtanina til royndar- og menningarverkætlanir, soleiðis at fíggjarligt rúm er fyri at hava fakfólk uttanífrá við og at menna ætlanina og at eftirmeta saman við skúlanum.

- Fólk av Námsvísindadeildini ella lærugreinaráðgevi á Námi kunnu verða knýtt at menningarvirkseminum, soleiðis at ástøðiliga grundarlagið er gott; eftirmetingin eigur at vera skrivlig og eftir ávísum leisti. Verður granskari av Námsvísindadeildini ella ráðgevi á Námi knýttur at verkætlanini, so fær hon eitt annað gildi eisini. Og vísir tað seg, at verkætlanin er góð, kann hon verða lýst, soleiðis at onnur fáa kunnleika um hana, og umstøður verða skaptar, soleiðis at aðrir skúlar kunnu taka við.

Tey, ið søkja um at sleppa undir royndar- og menningarverkætlan, fáa ikki altíð tað tímatalið, sum biðið verður um. Sama hvat tímatal, skúlarnir fáa, so krevur tað nógv av hvørjum einstøkum skúla at fara undir royndar- og menningarvirksemi, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Mangan røkkur tímatalið, skúlarnir fáa játtað, ikki nóg langt, heldur ikki til undirvísingina; tíð skal eisini verða sett av til fyrireiking, tillagingar og eftirmeting í eini játtan til royndar- og menningarvirksemi.

Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at vit kunnu finna íblástur úr grannalondunum. Í Finnlandi var ein menningarverkætlan, har lærarar royndu formativar eftirmetingarhættir í undirvísingini.

- Eitt universitet í Finnlandi samstarvaði við lærarar úr fleiri skúlum um eina stóra verkætlan, sum hevði sum endamál at menna lærarar í at nýta formativa eftirmeting í undirvísingini; lærarar vóru fyrst undirvístir í formativum eftirmetingarhættum, síðan royndu teir nýggju vitanina í síni undirvísing í fleiri umførum, fyri til seinast at vera við í eini eftirmeting. Úrslitið av hesum er, at lærarar hava ment sína undirvísing, og ein drúgv lýsing og eftirmeting at verkætlanini fyriliggur. Tað tekur tíð at gera eina slíka verkætlan, og hon kostar, men hon gagnar bæði viðkomandi lærarum, øllum skúlaverkinum og næminginum.

Hetta skúlaárið hava 25 verkætlanir innan royndar- og menningarvirksemi fingið játtan.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.