Tíðindi

Skilagott at varpa ljós á málmenning

- Vit gera, sum er, tað vit klára - men eru fús at gera meira, um fíggjarligi karmurin loyvir tað. Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, skrivar

20.03.2018

Landsstýriskvinnan hevur lýst 2018 at vera ár fyri málmenning hjá børnum. Skuldi tú givið henni eini ráð um at framt eitthvørt, eitt tiltak, eitt átak, eina herferð, eina játtan til eitthvørt, hvat hevði tað verið og hví?

- Eg haldi tað vera sera skilagott, at landsstýriskvinnan setir málmenningina hjá børnum á dagsskránna. Eg veit væl, at hvørt einasta ár eigur málmenning at vera ovast á dagsskránni hjá øllum, ið onkursvegna varða av børnum, men bara tað, at MMR vísir slíkan vilja í verki, ger mun. Sjálvur starvist eg við at geva út bøkur til børn og ung á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Vit hava givið bøkur út síðan forlagið varð stovnað í 1956, og øll árini hevur forlagið fingið stuðul frá Løgtinginum. Seinastu 30 árini árini hevur stuðulin verið so munagóður, at útlendsku smábarna- og barnabøkurnar, ið fyltu nógv í bókhandlunum heilt fram til seinast í 80-unum, eru at kalla horvnar, so foreldur noyðast ikki at sita og týða til mangan bronglað føroyskt. Og foreldur hava høvi at vera limir í barnabókaklubbanum og hervið fáa 8 bókapakkar um árið. Alt hetta hevur eyðsæddan týdning fyri málmenningina hjá børnum.

- Sum er gevur BFL út um 80 bøkur um árið – av hesum er 28 krabbabøkur, lættlisnar, lesifrøðiliga viðgjørdar bøkur, sum eru ætlaðar m.a. at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa. Hesar bøkur gera vit í samstarvi við Nám. Men vit kundu gjørt so nógv meir, um játtanin var størri – eitt nú givið nógv fleiri barnabøkur út til børnini, ið júst hava lært at lesa, tí hóast vit gera okkara besta, so vita vit væl, at nógv meira skal til enn tað, sum vit í løtuni geva út. Vit virka á allarhelst heimsins minsta bókamarknaði, og tá ið vit áhaldandi mugu greiða útlendskum samstarvsfeløgum frá hesum veruleika í sambandi við, at sáttmálar skulu skrivast um hvørt einstaka verk, so gerast tey ovfarin av, at tað ber til at geva bøkur út í Føroyum.

- Tað er sjálvandi játtanin frá løgtinginum, sum ger allan munin. Sum er fær BFL góðar 1,8 mió. um árið, og hesin stuðul viðførir samlaðan fíggjarjavna á knappar 7,5 mió. Av hesum rindar felagið knappar 3 mió. í samsýningum og lønum til høvundar og starvsfólk – og næstan 4,5 mió. fyri prent og tænastur í sambandi við bókaframleiðslu. Har tað ber til, brúka vit føroyskar veitarar, so tað ber væl til at siga, at upphæddin, sum endar aftur í landskassanum sum skattur av virksemi okkara og lønum, vit rinda, man nærkast játtaðu upphæddini.

- Ynski er tískil størri játtan til BFL, helst eina mió. afturat. Vit kundu tá í fyrsta lagi sett ein ritstjóra afturat teimum báðum, ið starvast í fullari og hálvari tíð, og tá høvdu vit kunnað gjørt munandi meira av nútímans góðum og spennandi tilfari til fyrsta lesaran. Vit vita væl, at júst her er tørvurin ovurstórur. Eisini kundu vit gingið nýggjar leiðir við eitt pod-castum, sum er vorðið sera væl umtókt millum ungu brúkararnar. Alt sovorðið, sum stimbrar málmenningina hjá børnum í viðkvæmum aldri.

Eitt av endamálunum við árinum fyri málmenning er at fremja tilvitið um málmenning; hvat heldur tú skal til fyri at fremja tilvitið?

- Øll, sum eru um børn, mugu støðugt hava málmenning í huga. Fróðskaparsetrið má ganga á odda, tá ið námsfrøðingar og lærarar verða útbúnir. BFL kann vera við at menna hetta tilvit við at geva út tilfar um øll hugsandi evni á góðum, nútímans føroyskum. Bøkur, sum kunnu brúkast í dagstovnum og skúlum og heima við hús. Bæði starvsfólk og foreldur hava, sum er, høvi at brúka tilfarið, og tað er prógvað, at um tað regluliga og miðvíst verður lisið fyri børnum, hevur hetta ómetaliga stóran týdning fyri málmenningina hjá børnum.

- Afturat hesum geva vit í hesum skúlaárinum út tvey bløð til børn: PÍKA7 til yngstu lesrarnar og STROK til størri børnini. Haldaraskarin er tíverri munandi minni í ár, enn vit høvdu vónað og væntað, men við tað at skúlaárið 17/18 er royndarár við blaðnum til tey yngstu bara 4  ferðir um árið, fara vit at halda fram næsta skúlaár og geva PÍKA7 út líka so ofta, sum STROK. MMR hevur víst vælvild og hækkað stuðulin. Tað, sum manglar nú, er, at skúlar og foreldur av fullum huga taka undir við bløðunum og tekna hald. Halda allir næmingar í einum flokki blaðið, gevur hetta lærarum ella námsfrøðingum frálíkt høvi at práta um alt tað fjølbroytta tilfarið, sum bløðini hava at bjóða lesaranum.

Skúlablaðið varpar ljós á málmenning – í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum.

Niels Jákup Thomsen er stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Les íkast frá øðrum til henda spurningin: 

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Default.aspx?ID=4404&Purge=True

http://www.skulabladid.fo/alney%C3%B0ugt-at-seta-fer%C3%B0-%C3%A1-gransking-%C3%AD-m%C3%A1lmenning

http://www.skulabladid.fo/b%C3%B8rn-eiga-at-hava-atgongd-til-talgilt-tilfar-%C3%A1-f%C3%B8royskum

http://www.skulabladid.fo/mi%C3%B0v%C3%ADs-lesing-%C3%AD-sk%C3%BAlunum-kann-fremja-m%C3%A1lmenningina-hj%C3%A1-b%C3%B8rnum

http://www.skulabladid.fo/m%C3%A1li%C3%B0-er-ein-g%C3%A1va

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/Admin/Defaulthttp://www.skulabladid.fo/játtið-pengar-til-”kom-og-les”-átak

http://www.skulabladid.fo/ein-millión-til-málmenning-er-alt-ov-l%C3%ADtið

http://www.skulabladid.fo/málmenning-hjá-børnum-–-eitt-stórt-øki-men-hvat-hevur-størstan-týdning

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.