Tíðindi

Skapa rúm fyri ymisleika

Vit eiga at endurskoða og tillaga okkara fólkaskúlaskipan og gera tillagingar, har vit skipa karmarnar í skúlanum so mikið rúmligar, eisini við umstøðum fyri eini fjølbroyttari undirvísing, so flestallir næmingar, summir tó við ávísari hjálp, kunnu rúmast í heimaflokkunum. Tað sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum handaði landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini.

31.08.2023

Fólkaskúlin skal tryggja, at allir næmingar fáa møguleika at nýta og menna sínar fakligu, musisku, kreativu, handaligu og sosialu førleikar, og at teir mennast í felagsskapinum saman við floksfeløgunum og lærarum. Tí hevur tað eisini týdning, at fólkaskúlin í sínum virksemi skapar rúm fyri ymisleika bæði andaliga, handaliga, mentanarliga og fakliga, sum tilmælið um broytingar í fólkaskúlalógini vísir á. 24. mai 2023 var tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum. Tilmælið viðger grundleggjandi viðurskifti í okkara fólkaskúlaskipan við atliti at næmingatalinum í flokkunum, tíma- og lærugreinaskipanini, tvílæraraskipanini við denti á samlæring, longdina á skúladegnum, at skipa ein fjølbroyttan skúladag og undirvísing og frælsið hjá skúlunum at leggja til rættis.

Við hesum í huga vísir Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, á, at eins umráðandi sum vitan og umstøður at skapa trivnað og at møta ymisleika eru, so hava grundleggjandi førleikar og fyritreytir at skipa eina mennandi og viðkomandi undirvísing sera stóran týdning, har góðar relatiónir millum allar partar eru umráðandi.

- Nú tað vísir seg, at tørvur er á fleiri og fleiri sertilboðum í fólkaskúlunum, eiga vit at endurskoða og tillaga okkara fólkaskúlaskipan og gera tillagingar, har vit skipa karmarnar í skúlanum so mikið rúmligar, eisini við umstøðum fyri eini fjølbroyttari undirvísing, so flestallir næmingar, summir tó við ávísari hjálp, kunnu rúmast í heimaflokkunum.

- Samfelagið er sum heild nógv broytt seinastu árini, og hetta eigur at ávirka, hvussu vit skipa og menna fólkaskúlan. Sjálvandi vóru næmingarnir fyrr eins ymiskir sum í dag, men umstøðurnar eru nógv broyttar viðvíkjandi útgreining og at veita næmingunum hjálp. Vit hava í dag fleiri skipanir, m.a. førleikastovur, Sernám og psykiatriska depilin, sum taka hond um og virka fyri, at næmingur verður útgreinaður, tá ið foreldur og skúli halda, at næmingur hevur tørv á serligari fyriskipan. Vit duga eisini betur at varnast mistrivnað og at seta orð á ymisku avbjóðingarnar, og hetta er helst ein av orsøkunum til, at vit í dag síggja fleiri næmingar, sum hava tørv á eyka hjálp ella fyriskipanum.

Eisini er tað ein grundleggjandi samfelagslig broyting, at bæði foreldur í dag eru á arbeiðsmarknaðinum, heldur Jenny Lydersen fram. Hetta broytir barnalívið, har børn stóran part av barnaárunum fyrst eru á dagstovni og síðani í skúla og frítíðarskúla og luttaka í ymsum frítíðartilboðum.

- Hetta er eisini at fegnast um, at vit í Føroyum hava góð tilboð til børnini øll barna- og unglingaárini. Sosialu miðlarnir hava eisini sína ávirkan og seta spor, har børn á ungum aldri fylgja við í tí, sum hendir rundan um okkum. Tey hoyra um kríggj, yvirgang, harðskap, veðurlagsbroytingar og annað, sum kann skapa ótta fyri nútíðini og framtíðini. Børn eru viðkvom, so tað er so nógv annað, sum eisini ávirkar teirra sinni, m.a. huglagið í flokkinum og heima, upplivingar á netinum, at kenna seg hoyra til í flokkinum og øðrum sosialum felagsskapum, sum í ítrótti, at hava vinir og at verða góðtikin við sínum ymisleika, verða sædd og vird, og serliga happing hevur stór árin, sum kunnu fylgja næminginum alt lívið. Harumframt eru tað nøkur, sum hava ymisk menningarórógv, sum ger, at tey hava ilt við at hugsavna seg og taka lut í einum størri felagsskapi.

Tóra við Keldu skrivaði greinina. Á myndini er arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini. Mynd: bumr.fo

Les alla samrøðuna við Jenny Lydersen í Skúlablað nr 4, 2023

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.