Tíðindi

Skúlin kundi verið latin upp aftur – ein deild í senn

Koma boð um, at skúlin kann verða latin upp aftur, so eru starvsfólkini í Skúlanum á Fløtum til reiðar. - Skjótari boðini koma, betur fáa vit fyrireikað okkum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.

1. apríl 2020

Skúlin á Fløtum í Havn, sum er størsti skúli í landinum, ræður yvir fleiri skúlabygningum, og tí eru møguleikarnir at taka undirvísingina spakuliga uppaftur eftir koronaundantaksstøðuna góðir, samanborið við í teimum skúlum, har alt er undir somu lon. Tað verða skúla- og heilsumyndugleikarnir, sum fara at gera av, hvussu arbeiðið í skúlunum verður tikið upp aftur, og soleiðis eigur at vera, sigur skúlastjórin í Skúlanum á Fløtum, Regin Marnersson.

- Vit gera, sum skúla- og heilsumyndugleikarnir mæla til. Síggja vit fyri okkum, at 9. flokkur fyrst byrjar aftur, tí tey skulu til próvtøku, so hava vit møguleika at spjaða flokkarnar í ymsar bygningar. Avbjóðingin verður tó, um kravið stendur við, at tað ikki kunnu vera fleiri enn 10 í sama rúmi í senn. Í hvørjum flokki eru 24 næmingar, og í eini floksstovu sita næmingarnir tætt saman. Vit hava ikki starvsfólk til at býta ein flokk sundur í trý.

Heldur enn bara at byrja við 9. flokki, heldur Regin Marnersson, at tað er skynsamari at byrja við allari hádeildini, og so hava stutta skúlagongd fyri bæði 8. og 9. flokk.

- Tað kundi verið ein skúladagur á tríggjar tímar at byrja við, og so kundu vit eftirmett, hvussu tað riggar.

Skúli verður mettur at vera stórur smittuberi, og tí setir tað stór krøv til reinførið í skúlunum at lata uppaftur.

- Tað verður neyðugt, at tað verður sprittað alla tíðina, at onkur sprittar handtøk og slíkt. Verður tað mett, at skúlin framhaldandi er ein stór smittukelda, so er tað neyðugt, og so mugu vit finna útav, hvussu vit gera við tað.

Síðan undirvísingin varð løgd niður hósdagin 12. mars, hevur eingin næmingur verið í Skúlanum á Fløtum. Kunning stendur á heimasíðuni hjá skúlanum, har sagt verður, at tað ber til at skipa fyri neyðskúla fyri teimum, sum ikki hava aðrar møguleikar, í 1., 2. og 3. flokki.

- Øll hava eftir øllum at døma funnið eina loysn. Allir lærararnir sita heima og arbeiða.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.