Tíðindi

Skúlin kann áleggja børnum at lesa í frítíðini

Hvussu nógv kann skúlin blanda seg uppí, tá ið talan er um, hvat næmingarnir skulu gera í frítíðini? Heim & skúli stuðlar teimum skúlum, sum áleggja næmingum sínum at lesa í frítíðini

10. september 2018

Javnan stingur seg upp kjak um, hvørt tað er uppgávan hjá skúlunum eitt nú at áleggja næmingum at lesa í summarfrítíðini ella frítíðini sum heild. Meiningar um hetta eru ógvuliga ymiskar; Janus Vang, nevndarlimur í Heimi & skúla, heldur, at skúlin eigur at kunna áleggja børnunum til dømis at lesa í frítíðini.

- Við úrslitunum av stóru kanningini av lesivanunum í huga kunnu vit siga, at tað er neyðugt, at skúlar áleggja næmingum sínum at lesa í frítíðini, tí støðan er vánalig; var støðan hinvegin góð, jamen, so høvdu vit kanska havt eina aðra støðutakan; men vit hava eina avbjóðing, sum er, at børn lesa alt ov lítið, og tað kunnu vit skjalprógva við einari kanning. Heim & skúli stuðlar teimum skúlum, sum áleggja næmingum sínum at lesa í frítíðini; tá ið tað er sagt, halda vit ikki, at tað er skilagott at seta minuttir á, hvussu leingi børnini eiga at lesa um dagin. Tað má vera upp til hvørt einstakt heim at finna útav; tað er ringt at hondhevja eina reglu, sum sigur, at barnið skal lesa 20 minuttir um dagin. Í staðin kundi reglan heldur verið, at lærararnir biðja næmingarnar lesa bøkur, næmingarnir sjálvir velja, og so tosa um bøkurnar, tá ið teir koma í skúlan aftur eftir lokna frítíð.

Janus Vang heldur, at lesingin heima riggar best, um lagt verður upp til, at foreldur og børn lesa saman, og um foreldur fáa eina vegleiðing í, hvussu hetta best kann gerast, eitt nú við eini vegleiðari á videobroti ella í einum faldara.

- Tað er meiri uppbyggjandi og lættari at hava við at gera, um foreldrini ikki verða álagt at lesa eitt ávíst minutt-tal. Góð kunning um, hvussu tú sum foreldur kanst lesa saman við børnum tínum, er sera hent hjá øllum foreldrum.

Les samrøðu við Janus Vang í Skúlablað nr 5, sum kemur í oktober.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.