Tíðindi

Skúlin er felags vøllur

Í Nólsoy er ætlanin, at tað skal ikki vera ein fremmandur vøllur at koma inn í skúlan. Longu forskúlabørnini byrja uppi í skúlanum, ið stendur ovast í bygdini. Síðan koma starvsfólk úr barna- og ungdómshúsinum Látrinum eftir børnunum, har tey eru, til tey fara til hús seinnapartin á degi

5. apríl 2018

- Ætlanin er, at vit skulu vita av hvør øðrum. Arbeiða vit við einum ávísum evni í skúlanum, kann tað takast uppaftur niðri í barnagarðinum, sigur Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

   Sambært fyrstalæraranum ávirkar tað ikki normeringina, tí at forskúlabørnini eru har uppi í skúlanum frá klokkan átta til tíggju. Tað vil siga, at skúlin tekur ongar tímar frá starvsfólkunum á Látrinum.

   - Høvdu vit gjørt ein forskúla frá átta til hálvgum eitt, so høvdu vit upp á ein máta mótarbeitt Látrium, sum hevði mist børn úr stovninum, og tað hevði millum annað havt við sær færri tímar og minni játtan, sigur Jákup av Skarði, sum heldur, at tey hava skipað eitt tilboð, ið er betri fyri børnini, og sum eisini hevði kunnað knýtt stovnarnar saman.

   Í Nólsoyar skúla eru næmingarnir býttir upp í yngra bólk við fimm næmingum í 1. til 3. flokk, og tríggir eru í eldra bólki í 4. til 7. flokk. Hádeildarnæmingar úr Nólsoy ganga í Eysturskúlanum í Havn.

   Í Nólsoyar skúla eru tríggir lærarar: Jákup av Skarði, fyrstilærari, Anna Marna Holm, forskúlalærari og Bára Traustadóttir, námsfrøðingur og lærari. Bára Traustadóttir er flokslærari í yngra bóli, og Jákup av Skarði er flokslærari í eldra bólki.

   Í roynd og veru verður barnagarðurin við forskúlabørnunum innslúsaður í skúlan og øvut, tí at ætlanin er at knýta skúlan og barnagarðin saman soleiðis, at tað er ikki ein fremmandur vøllur at koma inn í skúlan.

   Skúlaleiðarin sigur, at tað er nettupp fyri at avmystifisera hetta, at tá ið tú fert í skúla, so skalt tú siga stillur, tiga, lurta og skriva. Tey skulu síggja tað, at í Nólsoyar skúla eru tey saman og gera ymiskt. Viðhvørt sita tey og lesa eina bók, onkuntíð syngja tey allan dagin, dansa ella spæla. Alt verður lagað eftir undirvísingargongdini sum er.

   - Ætlanin við forskúlanum er, at vit skulu onkursvegna kunna knýta børnini saman eisini, soleiðis at tey eru saman við yngra bólki fyrst og læra seg at leggja fram fyri hinum og práta og eisini at lurta, og so hava tey eisini nøkur evni, ið verða tikin meiri upp fakliga saman við einum lærara.

   Haraftrat hava tey í skúlanum morgunløtuna, har tey syngja sálm, biðja Faðirvár, syngja føroyskan sang, sum tey gera hvønn dag, og tey kunnu eisini práta um okkurt annað, sum er knýtt at degnum. Her er skipað sosialisering við fakligum innihaldi.

   Barna- og ungdómshúsið Látrið í Nólsoy er ein arkitektteknaður stovnur, sum læt upp í mai 2006. Stovnurin er býttur sundur í tríggjar lonir og rúmar 42 børnum, men av tí at barnatalið í Nólsoy er so lítið, varð stovnurin 1. september í 2009 broyttur frá at vera dagstovnur til barna- og ungdómshús við virksemi fyri børn og ung úr 0 upp í 18 ár. Í sunnara bygningi er Reiðrið við vøggustovu, og í vestara bygningi er Bólið við barnagarði. Bergið er bygningurin, ið bindur Reiðrið og Bólið saman. Í Berginum er frítíðarskúli, ungdómsvirksemi, verkstaður og starvsfólkaøki. Garðurin er stórur við náttúruøki og vanligum spæliplássi, so at Barna- og ungdómshúsið í Nólsoy troytir upplivingar í allari oynni.

Myndin:

Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, sigur, at í roynd og veru verður barnagarðurin við forskúlabørnunum innslúsaður í skúlan og øvut, tí at ætlanin er at knýta skúlan og barnagarðin saman soleiðis, at tað er ikki ein fremmandur vøllur at koma inn í skúlan

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

  


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.