Tíðindi

Skúlin broytist - og tað er gott

Tíbetur er hetta nógv broytt, og stórur dentur verður lagdur á, at næmingar og lærarar trívast og hava tað gott í skúlanum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

27. februar 2018

Skúlin er í støðugari broyting. Ikki nógv av tí, sum skúlin er í dag, kann sammetast við ”gamla” skúlan. Um vit hugsa um ”gamla” skúlan, sum hann verður lýstur í ”det forsømte forår”, so kunna vit illa siga annað, enn ”Gud havi lov”. Her síggja vit ein lærara, ið dámar at niðurgera næmingarnar og á ongan hátt hugsar um, at geva næmingunum eina góða skúlagongd. Sjálvandi hava allir skúlar ikki verið sum hesin í gomlum døgum, samstundis, sum vit kunnu rokna við, at hendan frásøgnin ikki er sprottin úr ongum.

Tíbetur er hetta nógv broytt, og stórur dentur verður lagdur á, at næmingar og lærarar trívast og hava tað gott í skúlanum. Hetta seinasta Skúlablaðið hevur lagt høvuðsdent á næmingar við autismu, og hvussu skúlagongdin hjá hesum børnum kann gerast so góð sum møguligt. Í Skúlablaðnum eru ymiskar síður lýstar, frá ungum fólki við autismu, foreldrum, autismufelagnum, autismuráðgevum og øðrum. Serstakliga áhugavert var at lesa, hvussu hesi halda, at skúlagongdin hjá næmingum við autismu kann betrast, og hvussu hesi síggja skúlan, bæði við tí góða og tí minni góða. Vit, sum arbeiða í skúlanum, hava helst øll sæð, at børn við autismu hava tørv á serligari vegleiðing í skúlanum, og at tey ofta trívast illa í stórum flokkum. Hóast vit vita, at tað ikki er tað besta fyri barnið, so er tað tíverri so, at summi av hesum børnum ganga í vanligum flokki, og lærarar og foreldur royna at fáa sum best burturúr.

Hetta er oftast tí, at tíðin ikki er til annað. Lærarar, skúlaleiðslur saman við foreldrum vita ofta, hvat hevði verið ein góð loysn, men tímarnir, sum eru játtaðir til skúlan, røkka ikki. Vit hoyra, at tilmeldingarnar til Sernám økjast, bíðitíðin er eitt sindur long, og tímajáttanin røkkur ikki altíð til tað arbeiðið, sum vit ynskja fyri einstaka barnið.

Tað hevði verið ynskiligt, at tímajáttanin til skúlan var nøktandi, soleiðis at skúlin veruliga fekk loyst tær uppgávur til fulnar, sum skúlanum verður álagt. Á mínum skúla síggi eg børn við ymiskum avbjóðingum. Vit hava eisini næmingar við autismu. Samstundis síggi eg starvsfelagar, bæði lærarar og stuðlar, sum gera eitt megnar arbeiði fyri at geva hesum næmingum møguleika fyri eini góðari skúlagongd. Tá eg hugsi um ”gamla” skúlan, so hugsi eg eisini um, hvussu nógv er broytt, og hvussu langt vit, hóast alt, hava flutt okkum á skúlaøkinum. Møguliga er langt á mál, men hóast alt er skúlin nógv broyttur, og nógv arbeiði og orka er løgd í at gera skúlan og skúlagongdina so góða, sum til ber fyri einstaka næmingin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.