Tíðindi

Skúlin á Skúlatrøð gongur nýggjar leiðir

Í september í fjør varð Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur, settur í skúlanum hálva tíð á Skúlatrøð.

03-05-2022

Fyrsta tíðin hevur verið merkt av at gera leiðreglur, mannagongdir og fyriskipanir um arbeiðsøkið, hvussu næmingar og lærarar koma í samband við sálarfrøðingin, nær hann vitjar flokkar, og hvussu dátu- og hagtalstilfarið verður skipað, skrásett og goymt. Av tí at tíðin, síðan hann byrjaði, hevur verið nógv merkt av koronu, hevur hon verið óstøðug, men arbeiðið er nú so spakuliga komið í gongd.

Setanin av sálarfrøðinginum er royndarverkætlan, sum verður fíggjað umvegis royndar- og menningarvirksemi, ið Uttanríkis- og mentamálaráðið játtar; tað merkir, at søkt verður av nýggjum á hvørjum ári at fíggja hana, og at hon í mesta lagi varir í trý ár. Orsøkin til, at skúlin er farin undir verkætlanina, er, at vit uppliva, at tað eru fleiri næmingar, sum falla uttan fyri skipanir, sum frammanundan eru, sigur Vagn Foldbo, skúlastjóri.

- Vit hava fleiri næmingar, sum hava lættari sálarligar trupulleikar, sum ikki eru mál fyri Sernám, barnaverndina og heldur ikki fyri Psykiatriska depilin. Hetta kunnu vera næmingar, sum stríðast við angist, sorg, trivnað, avleiðingar av, at foreldrini eru farin hvør til sítt, og annað líknandi. Talan kann eisini vera um næmingar, sum aftra seg at ganga í skúla, sokallaða skúlanoktan ella skúlaaftran. Í fleiri førum er loysnin ikki at senda næmingarnar víðari í skipanini til Sernám, Psykiatriska depilin og so framvegis. Lærarar hava ikki altíð førleikar ella orku at hjálpa næmingum, sum stríðast við ymiskt sálarligt. Vit royna tó dagliga at hjálpa næmingunum eftir førimuni, í summum førum tó uttan at kunna gera nóg mikið. Vit hava áður søkt kommununa um fígging at seta sálarfrøðing, men ivamálið hevur verið, um kommunan hevur heimild ella skyldu at taka hesa uppgávuna á seg. Tá ið so Thorvald Danielsen sjálvur vendi sær til kommununa við fyrispurningi um at arbeiða í skúlanum við næmingum, setti kommunan hann í samband við skúlan, og vit arbeiddu víðari við málinum.

Leiðin fram til at seta fyrsta sálarfrøðingin í fólkaskúlanum í september hevur verið drúgv og torgreidd, tí eingin fólkaskúli í Føroyum hevur roynt hetta áður, og tí allir myndugleikar, sum varða av fólkaskúlanum og sálarfrøðiøkinum í fólkaskúlanum, ikki hava verið á einum máli, um tað er ein gongd leið at seta sálarfrøðingar at arbeiða í fólkaskúlanum.

- Vit skilja væl, at vit flyta okkum í einum grásonuøki, sum liggur upp at barnavernd, somuleiðis upp at Psykiatriska deplinum, eisini Sernámi og heilsufrøðinginum í skúlanum, og tí hevur tað verið sera umráðandi at gera greitt, hvat arbeiðsøkið hjá sálarfrøðinginum er, so tað ikki verður ein tvídráttur um arbeiðsøki. Vit leggja stóran dent á, at vit ikki traðka inn á økið hjá nøkrum øðrum. Sálarfrøðingurin arbeiðir á tí, vit nevna normaløkinum; hann arbeiðir ikki við teimum næmingum, sum hava svárar sálarligar trupulleikar, brek ella aðrar álvarsligar trupulleikar.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 2, 2022.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.