Tíðindi

Skúlatroyttir fólkaskúlanæmingar fáa eina avbjóðing

Næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni eru í ymsum aldri, og umframt at koma úr øllum Føroyum, koma teir eisini úr ymsum londum. Ein partur av næmingunum eru skúlatroyttir næmingar úr 9. og 10. flokki, ið ynskja øðrvísi avbjóðingar.

21. desember 2018

Í august 2016 byrjaði eitt nýtt, og heldur øðrvísi skúlatilboð í Føroyum, nevniliga Ítróttaháskúlin í Suðuroynni, sum heldur til í Vági.

Skúlin hevur havt Stóra Pakkhús sum savnandi stað um virksemið, og har hava næmingar matgjørt, vaskað klæði, fingið undirvísing, og annars hugnað sær. Samstundis hevur Garðabrúgv, sum er beint við Pakkhúsið, verið nýtt til alt virksemið, ið hevur við sjógv at gera, og tað kann vera alt frá tí at leypa á bláman, til at rógva í kajakk.

Fjarlestradepilin hevur eisini verið karmur um undirvísing, og næmingarnir hava annars notið teir ítróttamøguleikar, sum eru í økinum, so sum høll og vøll á Eiðinum í Vági, og langhyl og Marghøll.

Nakrar av nýggju frítíðarsmáttunum í Vági hava verið nýttar til næmingabústað, men ætlanir eru um at byggja næmingabústað til skúlan.

Gudmundur Joensen er leiðari á Ítróttaháskúlanum, og hann sigur, at ein partur av næmingunum eru skúlatroyttir, og koma tí úr 9. ella 10. flokki fyri at royna eitt øðrvísi tilboð og fyri at fáa aðrar avbjóðingar.

- Nógvir 9. floks næmingar luttaka á okkara skeiðum. Seinasta skeið vóru um 20, sigur Gudmundur Joensen.

Sostatt er talan um útvið helmingin av skeiðsluttakarunum, tí 42 næmingar luttóku á heystskeiðnum, ið endaði fyrst í desember.

- Ein partur av næmingunum eru skúlatroyttir næmingar, sum ynskja eina avbjóðing. Vit arbeiða ógvuliga praktisk, og tað er eitt tilboð í sær sjálvum til skúlatroyttar næmingar, tí tað víkir frá vanligari skúlagongd. Talan er um nógva venjing og adventure, umframt praktiska undirvísing, sigur Gudmundur Joensen.

Men lógin ásetur, at ein partur av skúlagongdini skal vera bóklig.

- Tveir til fýra tímar um vikuna í føroyskum eru á tímatalvuni, har dentur verður lagdur á føroyska samfelagið og mentanina, sigur leiðarin á Ítróttaháskúlanum.

Talið av skeiðsluttakarum hevur verið ymiskt, men hækkandi, tó at talið av umsóknum er sera høgt. Fyrsta skeiðið mundi talið liggja upp móti 20, og í heyst fingu 42 luttakarar skeiðsprógv.

- Talan er um gentur og dreingir í aldrinum 15-25 ár, og tey, vit higartil hava havt, koma úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Svøríki og Onglandi. Hetta eru fólk, ið eru alt fra topp ítróttarfólki, til fólk, ið ongantíð hava gjørt ítrótt áður, sigur Gudmundur Joensen.

Næmingar fáa øðrvísi avbjóðingar á ítróttaháskúlanum, og her er tað kanska serliga sonevnda adventure lærugreinin, ið dregur, ella kanska ræðir onkran eitt sindur. Her er í stóran mun talan um, at náttúran er viðleikari, og virksemið fer fram á landi ella sjógvi. Ikki er óvanligt at síggja næmingar á Ítróttaháskúlnum stuttleika sær í vátdrakt á Garðabrúgv, har lopið verður á bláman, og kajakkrógving er eisini væl dámt tilboð. At klintra og síða er eisini ein partur av upplivingini. Her er Føroya størsti klatriveggur tøkur í Marghøllini á Vági, men farið verður eisini í fjøllini og bjørgini, og tað er kanska serliga her, at mong fáa mørk síni flutt. Partur av skeiðnum er eisini, at tyrlan hjá Atlantsflog vitjar, og næmingar sleppa t.d, at royna hvuusu tað er at verða heysaður av landi og upp í tyrluna, ið sveimar fáar metrar omanfyri.

Ítróttaháskúlin skrivar á síni heimasíðu, at fullteknað er til várskeiðið 2019, og at fá pláss eru eftir til heystskeiðið.

Tekstur: Dagfinn Olsen

Mynd: Ítróttaháskúlin

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.