Tíðindi
03.12.2019
Fyri fimtu ferð hava næmingar í Føroyum tikið lut í PISA-kanning. Umframt førleikamál í trimum lærugreinum, lesing, støddfrøði og náttúruvísindum, skulu næmingarnir eisini svara spurningum um eitt nú motivatión fyri at gera sítt besta, tá ið teir eru til PISA-kanning. Í stóran mun staðfestir PISA-frágreiðingin, at hugburðurin kundi verið betri, tí sum heild er tað bara annar hvør næmingur, sum sigur seg hava gjørt sítt besta, og einans fýra av tíggju næmingum halda tað hava stóran týdning at standa seg væl í kanningini. Hugburðurin er vánaligst hjá teimum, sum klára seg illa, og frægast hjá teimum, sum klára seg væl. Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, undrast á hugburðin.
- Tað er skelkandi at síggja, at hugburðurin hjá næmingunum til PISA er so vánaligur, og at næmingar als ikki taka PISA í álvara. Har mugu skúlin og lærarar taka í egnan barm og siga, at hetta ber ikki til. Tað er lætt at broyta hugburðin og venda honum rætta vegin. Tvær vikur undan, at næmingarnir skulu til PISA-kanning, eigur skúlin miðvíst at fara til verka at kunna næmingarnar um PISA, soleiðis at mótstøðan ímóti PISA verður vend.
Í PISA-frágreiðingini eru nógv tilmæli; landsstýrismaðurin sigur, at hann má hava tíð at seta seg betur inn í tey; tó hevur hann hug at nevna nøkur viðurskifti sum týdningarmikil at fara undir.
- Summi av tilmælunum eru lættari at fara í holt við enn onnur, men eitt sum er lætt og skjótt at fara undir er at broyta próvtøkuuppgávurnar, soleiðis at næmingar sleppa at royna seg í uppgávum, sum minna um tær á stigi 5 og 6 í PISA. Tað nyttar lítið, at næmingar koma til PISA-kanning og aldri hava loyst uppgávur, sum eru líkar PISA-uppgávunum, nevniliga tí teir ikki hava sæð slíkar uppgávur áður. At málini í teimum uppgávunum eisini koma at standa í námsætlanunum átti ikki at verið so trupult at broytt.
- Vit eiga at kanna nærri, hvat tað er, sum ger, at úrslitið er sum tað er. Tí mugu vit seta ferð á gransking. Nú hava vit 5 PISA-kanningarúrslit yvir eitt drúgt tíðarskeið, sum kunnu vera grundarlag undir eini granskingarverkætlan; tað eigur at vera ein sera spennandi uppgáva at fara undir.
- Vit mugu eisini fáa kunningartøknina betur fram í skúlanum; í sambandi við kunningartøknina er eftirútbúgving av kt-vørðum, sum vit mugu fáa í lag. Eftirútbúgving á øðrum økjum er eisini umráðandi.