Tíðindi


Skúlar fíggjarliga sperdir

Ein kanning í Danmark vísir, at fýra av fimm skúlum vanta pening

6. august 2018

Fólkaskúlin er undir stórum fíggjarligum trýsti, og tað tykist, um skrúvan verður spent fastari fyri hvørt ár sum gongur. Tað vísir ein kanning, sum danska felagið Skole og Forældre hevur gjørt. Bara fimti hvør skúlastýrisformaður heldur, at tað er nóg mikið av peningi í skúlanum til at reka hann, soleiðis at øll fáa sítt, og soleiðis allar uppgávurnar, sum eru álagdar skúlanum, kunnu verða røktar forsvarliga. Tað er munandi verri enn ein líknandi kanning, sum var gjørd í fjør.

Í Danmark stúra tey fyri gongdini.

- Kanningin vísir, at skúlarnir eru undir størri og størri trýsti, og tað gongur serliga út yvir børn við serligum tørvi, tað vil siga inklusjónina, men tað gongur eisini út yvir fysisku karmarnar, fyrireikingartíð hjá lærarunum og støddina á flokkunum. Nógvir skúlar hava ikki nóg mikið at fíggja útreiðslurnar til næmingar í serflokkum og inklusjón. Tað er brúk fyri meiri pengum, sigur  Mette With Hagensen, forkvinna í Skole og Forældre.

Les alla greinina:

http://skole-foraeldre.dk/nyheder/fire-ud-af-fem-folkeskoler-mangler-penge


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.