Tíðindi

Skúlanæmingar vetrarfrí komandi ár

Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur svarað grein 52a fyrispurningi frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, um vetrarferiu

03.07.2023

Fyrispurningurin er soljóðandi: 1.Nær kunnu næmingar og foreldur vænta at vetrarfrítíð verður sett í gildi? 2.Er ætlanin, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, so hon verður stytt niður í 7 vikur? 3.Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin í fyrireikingunum av vetrarfrítíðini?

Í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at eftir ætlan verður vetrarfrítíð sett í gildi frá skúlaárinum 2024-2025. Tískil kunnu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi vænta, at fyrsta vetrarfrítíðin verður í viku 7 á vetri 2025.

- Ætlanin er, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, soleiðis at summarfrítíðin frameftir verður stytt niður í 7 vikur. Hetta kann gerast á tann hátt, at næmingarnir koma í skúla eina viku fyrr í august, enn teir gera í dag, ella við at summarfrítíðin verður stytt partvíst í juni og august. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, verða allir avvarðandi partar hoyrdir.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað fer at koma væl við hjá næmingum í fólkaskúlanum at fáa ein viku vetrarfrí.

- Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi. Eg vænti og vóni, at næmingarnir við eini fríviku í februar koma at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin. Harumframt eru tað børn, sum hava foreldur í hvør sínum landi, og við hesi broyting verður tað ein fyrimunur at hava ein steðg í skúlagongdini í eina viku í februar, soleiðis at tey børnini fáa høvi at vitja síni foreldur, sum búgva uttanlands, í friði og náðum uttan at noyðast at hava fráveru frá skúlanum.
- Samstundis eri eg av tí fatan, at summarfrítíðin hjá næmingunum í dag er heldur long, at hetta er eitt heldur langt tíðarskeið at vera burtur frá skúlanum, eins og nógvar familjur hava avbjóðingar við at halda summarfrítíðina saman, tí flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni