Tíðindi

Skúlanæmingar lýsa koronu á filmi

Filmskapping: Vís okkum tín koronudag

16. oktober 2020

Gongur tú í 7.-10. flokki? So kanst tú vera við í filmskapping, sum Granskingarráðið skipar fyri í sambandi við Vísindavøkuna.

Korona hevur broytt lívið hjá okkum øllum í 2020. Hetta ávirkar eisini ársins Vísindavøku, sum ikki kann hava tiltøk fyri ung, eins og undanfarin ár. Í staðin gera vit eina Vísindavøkuapp, har vit fara at hava ymiskt tilfar fyri stór og smá. Her halda vit, at nýggir filmar um ung til ung høvdu verið góðir. Teir kunnu eisini vera góðir til granskarar, politikarar og onnur, sum vilja vita meira um lívið hjá ungum í Føroyum í dag. 

Vit vilja tí við hesum bjóða skúlaungdómum at vísa okkum sín gerandisdag í koronutíðini.          

Um kappingina

Luttakarar: Tú skalt vera næmingur í 7.-10. flokki.

Evni: Gerandisdagurin hjá ungum í koronutíðini

Longd: 3 minuttir.

Krøv: Tak upp og klipp við fartelefon. Tú skalt loyva okkum at leggja filmin út í appina. Filmar tú fólk, mugu tey senda váttan fyri, at tað er í lagi, at tey eru við. Vit tilskila okkum rætt til ikki at almannakunngera filmin, um hann verður mettur at vera óhóskandi á onkran hátt.

Góð ráð: Tað er altíð eitt gott hugskot at filma við telefonini liggjandi, altso horisontalt, so myndin er breiðari enn hon er høg. Far ikki ov langt burtur frá mikrofonini, um tú vilt hava talu á. Ansa eftir, at tú hevur nóg mikið av plássi á telefonini til at kunna filma. Til ber at nýta appina FilmoraGo til at klippa við. Um tú nýtir iPhone ber  eisini til at nýta I-Movie.

Freist: Sunnudagin 1. november áðrenn midnátt. Send okkum filmin við Dropbox ella WeTransfer.

Vinnarin fær 5.000 kr.

Ein dómsnevnd við fólki frá Filmshúsinum og Granskingarráðnum velur vinnaran.

Vinningurin er kr. 5.000.

Vinnarin og innkomnu filmarnir verða almannakunngjørdir í appini á Vísindavøku.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.