Tíðindi

Skúlaleiðslur kunnaðar um úrslit hjá næmingum

Sum liður í at menna fólkaskúlan hava Nám og Undirvísingarstýrið verið í øllum skúlaøkjunum kring landið og m.a. greitt leiðslunum í skúlunum frá próvtølum og kanningarúrslitum hjá næmingum

20. november 2019

Í heyst hevur Nám saman við fólki úr Undirvísingarstýrinum verið kring landið í øllum skúlaøkjunum. Tey hava m.a. kunnað skúlaleiðslurnar um landsroyndarúrslit og próvtøl frá fráfaringarroyndini í 9. flokki í 2018. Endamálið við hesum er at brúka úrslitini at menna fólkaskúlan fram á leið.

- Vit hava hugt at próvtølunum frá fráfaringarroynd fólkaskúlans í fjør; út frá teimum kunnu vit sum heild siga, hvussu tað gongur næmingunum fyri alt landið. Vit taka nøkur uppløgd evni og viðurskifti burturúr, sum vit viðgera og kjakast um, tá ið vit hitta skúlaleiðslurnar. Hetta eru tendensir, sum vit síggja, ymiskt, sum er gott, og ymiskt, sum er minni gott. Vit tosa m.a. um skrivligu próvtøkuuppgávurnar fyri at hoyra sjónarmið um, hvørt tær eru á tí støðinum, tær eiga at vera, ella um møguligar tillagingar eiga at verða gjørdar, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.

Síðstu árini er Nám sum stovnur mentur so mikið nógv, at menningararbeiðið í skúlunum er vorðið ein størri partur av virkseminum hjá stovninum; at Próvstovan er ein deild undir Námi, og tætta samstarvið við Undirvísingarstýrið ger hetta upp aftur meiri møguligt, vísir Eyðun Gaard á.

- Skúlarnir taka væl ímóti okkum. Vit hava møguleika meiri ítøkiliga at veita ymsu skúlunum eina hjálpandi og konstruktiva hjálp, har vit í felag síggja, hvat tørvurin er. Vit kunnu út frá úrslitunum síggja, hvussu næmingarnir í ymsu skúlunum klára seg heilt ítøkiliga, og er tað soleiðis, at vit halda, at stórar ábøtur eru neyðugar, kunnu vit seta okkum í samband við ávísa skúlan, har vit við loyvi frá leiðslu skúlans ráðgeva teimum. Tað er sera umráðandi, at skúlarnir brúka úrslitini í próvtøkunum hjá næmingunum umframt kanningarúrslitini konstruktivt í menningini av skúlanum.

Hetta er aðru ferð, at Nám og Undirvísingarstýrið gera slíka kunningarferð; ætlanin er, at hetta skal verða ein fastur táttur á hvørjum ári.

Próvstovan er deild undir Námi, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum stjórin í Námi hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á gymnasialum miðnámi, maritimu skúlunum og kvøldskúlunum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.