Tíðindi

Skúlaleiðarafelagið havt aðalfund

Jonleif Johannesen er nýggjur formaður í Skúlaleiðararfelagnum

24. juni 2020

11. juni hevði Skúlaleiðarafelagið aðalfund í skúlanum við Løkin. Umleið 40 skúlaleiðarar møttu á fundinum. 

Tom Joensen, formaður, greiddi frá virksemi felagsins í undanfarna ári. Hann nevndi m.a. góða samstarvið millum Skúlaleiðarafelagið og nevndina í Føroya Lærarafelag. Eisini var greitt frá tiltrongda arbeiðinum at endurskoða leiðslutíðina í fólkaskúlanum.

Um framt hesi evni varð nomið við onnur týðandi og átrokandi mál so sum fremmandamælt børn, kvøldskúlaskipanina, leiðarar og strongd, skúlanoktan, hóttanir og harðskapur móti námsfrøðingum, lærarum og leiðarum.

Jensebeth Absalonsen og Tom Joensen stóðu fyri vali. Jensebeth Absalonsen tók við afturvali,

Tom Joensen takkaði fyri seg eftir at hava sitið í nevndini síðan 2012. Í hansara stað bleiv Jónleif Johannesen valdur í nevndina. Til eykalimir vóru valdar Fríðbjørg Hammer og Joan Samuelsen.

Nevndin bar fram eina tøkk vegna felagið til Tom fyri hansara virkna og málrættaða leiklut í felagnum.  

Nýggja nevndin hevur skipað seg á hendan hátt:

Jónleif Johannesen, formaður,

Jóhan Stenberg, næstformaður,

Jensebeth Absalonsen, skrivari,

Jóhannis Joensen, kassameistari

Rannvá Joensen, nevndarlimur.

Vegna

Nevndin í Skúlaleiðarafelagnum

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.