Tíðindi

Skúlaflokkar telva fegnir

Fyri júst einum ári síðan hevði stórmeistari okkara í talvi, Helgi Dam Ziska, innleiðsluskeið fyri lærarar í Havn í fjør vetur og fyri lærarar í Eysturoynni í september í fjør heyst. Í báðum førum vóru einir 30 lærarar við á skeiðnum hjá Helga í einar tveir dagar. Tað gekk væl, og tað gongur væl

11. januar 2018

Lærararnir fingu eina undirvísingarætlan fyri 1. til 3. flokkar, sum teir kundu hyggja at og fylgja tíma fyri tíma. Helgi helt, at hetta var ein fortreyt fyri, at henda verkætlan skuldi eydnast, tí at av tí, at lærararnir ikki eru telvarar sjálvir, er mikið hent at hava eina skraddaraseymaða ætlan at halda seg til.

   Tað er kanska ein av 10 lærarum, ið eru góður telvari, so at fyri at gera tað so lætt hjá teimum sum gjørligt, so hava teir nú tilfar til einar 50 undirvísingartímar, sum teir kunnu draga úr skuffuni og síggja: Hvat hevur tú fyri í dag? Hetta er undirvísingin, og hetta eru uppgávurnar, ið hoyra til, og her er uppskot um, hvussu børnini kunnu spæla. Lærararnir brúka ein tíma um vikuna til talv.

   Hetta er altso tilfar, sum Helgi Dam Ziska hevur gjørt og sum fevnir um til samans 50 tímar. Alt eftir aldri á børnunum tekur tað kanska fimm, seks, sjey, átta tímar at læra mannagongdina og haðani víðari.

   Teir flestu lærararnir brúka ein tíma um vikuna, men summir brúka tveir tímar um vikuna, hetta tí at tað er óneyðugt at undirvísa alt skúlaárið, teir undirvísa serliga um veturin.

   At fáa talv inn í skúlarnar er eitt ókeypis tilboð. Tað stendur fyrst og fremst til lærararnar at taka av tilboðnum, og tað stendur til skúlan sjálvan at gera av, um tímarnir t.d. verða brúktir í støddfrøði ella í føroyskum. Tað er eitt sindur ymiskt, vísir tað seg.

   Allir skúlarnir í Havn løgdu fyri fyri einum ári síðan í 1. til 3. flokk, og nú hetta skúlaárið 2017/18 eru sum vera man nakrar útskiftingar í lærarahópinum, og tí eru onkrir flokkar dotnir niður ímillum. Kanska er ein nýggjur lærari komin til, og ein 3. flokkur er vorðin ein 4. flokkur. Tó so, summir hava hildið fram í 4. flokki at undirvísa í talvi, og í summum førum verður telvingin eisini brúkt í miðdeildini, eitt nú sum vallærugrein og kanska eisini lutvíst í 6. flokki.

   Hetta heldur Helgi Dam Ziska vera gott, tí tey høvdu eina kapping fyri øll børnini í 3. og 4. flokki fyrst í november 2017, og tað vil siga, at tey í 3. flokki, sum hava verið í gongd síðan januar í fjør, eru sjálvsagt í 4. flokki nú. Við í kappingini vóru eini 240 børn.

   - Tíverri vóru ikki allir skúlar ikki umboðaðir, men eg haldi, at tað var eitt sera gott luttakaratal, tí 140 børn í 3. flokki vóru við og 100 í 4. flokki, sigur Helgi Dam Ziska.

   Hann heldur, at øll børnini vóru fegin um tiltakið. Tey fingu ein sonevndan PowerBack frá Føroya Tele. Hetta er eitt eitt slag av battaríi, sum tú løðir upp, so at fert tú út við telefonini og manglar battarí, so hevur tú henda power bank í taskuni sum ein eyka backup. Haraftrat fingu tey sunkist og autograf frá heimsmeistaranum í talvi, norðmanninum Magnusi Carlsen.

   Hetta skúlaárið – 2017/18 – er verkætlanin víðkað til at fevna um Eysturoynna eisini. Har er innleiðsluskeið í tveir dagar í september sum í Havn. Eisini í Eysturoynni var áhugin stórur. Har vóru yvir 30 fólk á skeiðnum úr øllum skúlunum í Eysturoynni. Og nú í januar og februar fer Helgi á eina rundferð í allar flokkar, sum vísa talvinum áhuga. Hann hevur sett fýra vikur av til at vitja allar flokkar, sum vilja tað. Tá kann hann taka antin ein vanligan undirvísingartíma, sum er at forklára nakað á talvuni, og so telva børnini fyri rest ella telva simultan ímóti børnunum, viðhvørt ímóti einum 25-30 í senn, og tað er sera væl umtókt. Hann greiðir m.a. frá síni talvkarrieru við úrslitum á leiðini.

   - Ætlanin er at hava eina kapping fyri allar 3. flokkar í Eysturoynni upp á sama máta, sum vit høvdu í Havn í november, sigur Helgi Dam Ziska, stórmeistari. Henda kapping verður annaðhvørt síðst í februar ella í mars.

   Helgi vónar, at her fara at vera einir 100 næmingar til tað eisini.

Myndin:

Stórmeistari okkara í talvi, Helgi Dam Ziska, hevur í samstarvi við Talvsamband Føroya við góðum úrsliti fingið í lag og evnað frálærutilfar í talvi til lærarar og næmingar. Helgi fer eisini inn í Eysturoynna at læra børnini talvkynstur

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.