Tíðindi

Sjálvandi er grundarlag fyri 10. flokki

Ein nýskipanarbólkur í Danmark mælir til at strika 10. flokk og í staðin gera eitt nýtt tilboð. Formaðurin í Lærarafelagnum og formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum halda, at tíðin á ongan hátt er farin frá 10. flokki

22.05.2023

Fyri tveimum vikum síðan legði ein nýskipanarbólkur undir donsku stjórnini fram aðru frágreiðing sína, sum eitur “Nye reformveje 2”. Í frágreiðingini eru tilmæli á dagstovna-, fólkaskúla- og miðnámsskúlaøkinum umframt tilmæli at fáa til vegar fleiri fólk á ymsum økjum, til dømis lærarum og námsfrøðingum. Eitt tilmæli, sum hevur vakt ans, er at taka 10. flokk av og í staðin skipa eitt tveyáratilboð, sum skal eita hpx og sum skal byggja brúgv til praktisku lærugreinirnar og handverkslærugreinirnar.

Tað var longu greitt, áðrenn tilmælið var almannakunngjørt, at mótstøða er at taka av 10. flokk av. Ráðharrin í barna- og útbúgving, Mattias Tesfaye, vísir tó ikki tilmælinum púrasta aftur.

- Við eitt sindur av tillagingum haldi eg, at nakað av tí, sum er lagt fram, kann fáa fleiri at fáa áhuga fyri útbúgvingunum til lærara, námsfrøðing, løgreglufólk, handverkara og øðrum.

Í frágreiðingini er ein røð av tilmælum.

Hóast 10. flokkur í Føroyum ikki hevur líka stóran áhuga millum næmingar samanborið við fyri nøkrum árum síðan, so hevur hann framvegis gott tak á teimum. Formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur, at 10. flokkur enn hevur góða undirtøku millum næmingarnar.

- Lærarar og skúlaleiðarar meta eisini 10. flokk at vera eitt mennandi ár fyri næmingarnar, serliga fleiri næmingar, sum hava brúk fyri einum tryggum umhvørvi og størri plássi til at fylgja egnum áhugamálum.

Fleiri 10. flokkar eru nú skipaðir í samstørv og stórar eindir. Hetta hevur givið skúlunum møguleika fyri bjóða næmingunum fleiri breytir, so sum handverk, sjóvinnu, tónleik og list. Hetta er ein orsøk fyri góðu undirtøkuni fyri 10. flokki, heldur hann.

- Í fleiri skúlum eru breytir í samstarvi við stovnar og virki lokalt, harafturat er samstarv við m.a. Tekniska skúla, Vinnuháskúlan, eldraøkið og ÍSF. Hesi samstørv geva næmingunum møguleika at fáa t.d. venjaraskeið frá ÍSF, trygdarskeið og aðrar royndir, ið lata fleiri dyr upp eftir 10. flokk, so sum at gerast venjari ella at fara til sjós. Uppgávan, sum liggur fyri framman fyri 10. flokki, er at fáa umstøður og lógarheimild at menna 10. flokk enn meira, so at næmingar fáa fylgt sínum áhugamálum og fáa royndir og førleikar at taka við sær út í lívið, í einum kendum og tryggum umhvørvi.

Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum, Jónleif Johannesen, er samdur við formanninum í Lærarafelagnum.

- 10. flokkur eigur ikki at verða tikin av. Meiri enn helvtin av næmingurin velur at fara í 10. flokk, og tað gera teir hóast møguleikarnir at fáa arbeiði, lærupláss, sleppa á miðnámsskúla ella eftirskúla aldri hava verið størri. Tá ein spyr næmingar, hví teir velja at fara í 10. flokk, eru fleiri grundgevingar. T.d siga næmingar, at:

* Eg fái eitt skúlaár, sum líkist eftirskúla, men sum er ókeypis. Hetta er gott hjá okkum, sum ikki hava ráð at fara á eftirskúla. 
* Eg brúki 10. flokk at styrkja mær 9. floksprógvið 
* Eg valdi 10. flokk, tí eg vil hava eitt gott øðrvísi ár saman við mínum vinum í tryggum, kendum skúlaumhvørvi.  

Men 10. flokkur krevur góðar umstøður, sigur Jónleif Johannesen.

- Skúlin má brúka orku, hugflog og søkja samstarv fyri at skipa eitt gott tilboð. Tað er lættari at skipa eitt gevandi 10. flokstilboð, um næmingagrundarlagið er størri enn 50 næmingar.

Í seytjan skúlum í Føroyum hava næmingar møguleika at fara í 10. flokk. Í ár ganga 389 næmingar í 10. flokki; í fjør var talið 410. Tað, sum helst er meiri áhugavert, er at vita, hvussu stórur partur av 9. floks árganginum velur at fara í 10. flokk. Næst síðsta skúlaár gingu 760 næmingar í 9. flokki, og av teimum valdu 389 at halda leiðina fram í 10. flokk hetta skúlaárið; tað svarar til 52 prosent. Samanbera vit fyri 10 árum síðan, so valdi 66 prosent av 9. floks árganginum at halda fram í 10. flokk.

Flestu 10. flokkarnir eru eyðkendir við ymsum spennandi breytartilboðum. At skúlar í einum øki taka seg saman í 10. floks eindir ella samstarva í annan mun, hevur gjørt, at teir kunnu bjóða nógv spennandi tilboð, og hetta er óivað orsøkin til, at 10. flokkur enn hevur lutfalsliga gott tak á næmingum í Føroyum. Í Danmark er gongdin tann, at støðugt færri næmingar halda fram í 10. flokki. Síðan 2000 er talið av næmingum í 10. flokki minkað støðugt. Tilsvarandi er talið á næmingum, sum fara í miðnámsskúla og til vinnuútbúgvingarnar økt.

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.