Tíðindi

Sjey fingu stuðul til málmenning hjá børnum

Mentamálaráðið hevur nú viðgjørt umsóknirnar, sum komu inn til eyka stuðulsumfarið til barna- og ungdómsarbeiði.

23.10.2017

Lýst varð serliga eftir umsóknum til verkætlanir, sum kundu stimbra málmenningina hjá børnum, tí hetta er eitt øki, landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, raðfestir høgt.

Fjúrtan umsóknir komu inn - og sjey teirra fingu játtandi svar. Tilsamans vórðu 597.500 kr. býttar út í hesum umfarinum.

Hóast allar verkætlanirnar onkursvegna stimbra málmenningina hjá børnum, so fevna tær sera víða – alt frá eini uppslagsbók um málmenning hjá børnum ætlað foreldrum, til faldarar, sum lýsa týdningin, ið lesing hevur fyri málmenning barnanna, til smáar filmar á youtube, til verkætlanir, sum í størri mun venda sær til starvsfólk á dagstovnum ella børn í yngstu flokkunum.

Eisini vóru onkrar umsóknir játtaðar, sum snúgva seg um alternativar samskiftishættir – til dømis hjá børnum við breki.

Verkætlanirnar, sum fingu stuðul í hesum umfarinum, verða væntandi allar klárar til nýtslu í 2018.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.