Tíðindi

Sjey av tíggju skúlastjórum halda starvið vera heilsuskaðiligt

– Eg skilji væl, at fleiri skúlastjórar velja at fara úr yrkinum, sigur professari.

15.12.2023

Gerandisdagurin í nógvum skúlum í Noregi er eyðkendur av at verða stýrdur av myndugleikum, ógreiðum reglum og høgum trýsti. Hetta avmarkar møguleikarnar at menna skúlarnar og ávirkar trivnaðin hjá skúlastjórum og úrslitini hjá næmingum. Tað vísir ein stór kanning, sum er gjørd millum skúlastjórar í Noregi. Tað er Universitetið í Agder, sum hevur staðið fyri kanningini, ið er umbiðin av norska skúlaleiðarafelagnum. 539 skúlastjórar í barnaskúlum og miðnámsskúlum tóku lut, og tað ger úrslitið umboðandi fyri alt landið.

Helmingurin av kommununum hevur ongan skúlapolitikk

 – 70 prosent av skúlastjórunum halda arbeiðið vera heilsuskaðiligt. Teir fáa avmarkaðan stuðul frá kommununi og uppliva, at almenna regluverkið leggur teir undir stórt trýst. Tað er væl skiljandi, at nógv velja at fara úr yrkinum, og at onnur ikki søkja hesi størvini, sigur Morten Øgård, professari á Universitetinum í Agder.

Hann vísir til, at helmingurin av kommunum ikki hava orðað ein skúlapolitikk.

– Hvat skulu skúlastjórarnir fyrihalda seg til? Teir fáa onga kós frá kommununum at arbeiða eftir. Teir fáa ikki rásarúm at útinna leiðslu, og tá ið teir so gera tað kortini, spennir eftirlitið bein fyri teir í eini toppstýrdari skipan, sum leggur dent á eftirlit heldur enn nýhugsan, sigur Øgård.

Hann heldur, at úrslitini í kanningini eiga at vekja undran. Hetta er ein skipan, sum er eyðkend av, at nógvar kommunur stríðast við leiðsluavbjóðingar.

– Vit mugu handla nú. Vit hava eina skúlastjórakreppu nú, har nógv velja at fara úr starvinum ella ikki søkja starv sum skúlastjóri. Kommunurnar mugu taka ábyrgd, sigur hann.

– Kommunurnar mugu taka seg saman

Norska lærulógin, sum eitur opplæringsloven, elvir til, at nógvir skúlastjórar fáa strongd. Tað er serliga galdandi fyri grein 9A í lógini, sum snýr seg um skúlaumhvørvi og happing.

– Hendan greinin elvir til trupulleikar í gerandisdegnum hjá skúlastjórunum, tí hon togar motivatiónina hjá stjórunum niður. Fleiri av skúlastjórunum, sum mugu ígjøgnum eina løgfrøðiliga tilgongd, enda við at siga seg úr starvi, sigur Linda Hye, granskari á UiA.

Hon heldur, at tørvur er á, at kommunustjórar í Noregi gera manngarð um skúlastjórarnar og geva teimum greiðar karmar, sum siga, hvat teir kunnu gera, og hvat verður væntað av teimum.

– Tað er helst týdningarmesti boðskapurin: Tað eigur at verða ruddað upp í leiðreglunum og stýringini hjá kommunum, sum vit vilja halda fast við skúlastjórarnar og fáa tað besta frá teimum, sigur Hye.

Tað, sum vendir upp, vendir niður ...

Granskararnir halda, at tað eru nógv áhugaverd paradoks í tí, sum skúlastjórarnir lýsa arbeiðsumstøðurnar at vera. Teir hava nevniliga stórt frælsi at ávirka námsfrøðiliga menningararbeiðið, men í veruleikanum eru møguleikarnir hjá teimum fáir. Teir kunnu í bara lítlan mun virðismeta arbeiði, sum er væl úr hondum greitt og sum er nýhugsandi, teir eru sera avmarkaðir at brúka fíggjarorku til átøk, og teir eru sera avmarkaðir, tá ið talan er um at gagnnýta starvsfólkini.

– Umframt hetta sera avmarkaða rásarúmið kemur tað aftrat, at kommunurnar krevja av teimum, at teir skulu skráseta og boða frá ymiskum. Skipanin gongur sera høgt upp í fíggjarviðurskifti og fráveruskrásetingar, og tað, sum hevur nógv at siga fyri menningina hjá skúlanum – so sum námsfrøðiligt menningararbeiði og úrslit – hevur minni týdning, sigur Øgård.

Úrslitið er, at skúlastjórar brúka tíð til at boða frá viðurskiftum, sum teir hava minst tamarhald á.

– Menningararbeiðið, sum skúlastjórarnir vilja gera, verður avmarkað sum úrslit av, at teir ikki megna at raðfesta tað. Samstundis vita vit frá altjóða kanningum, at tað er hetta menningararbeiðið, sum hevur mest at siga fyri læringina og menningina hjá barninum. Hetta ger arbeiðið sum skúlastjóri sera avbjóðandi.

Snýr seg ikki um pengar

Kortini eru tað fleiri skúlastjórar og kommunur, sum trívast og mennast. Granskararnir hava hugt at, hvat eyðkennir hesar:

1. Skúlastjórarnir hava eina greiða strategi, sum sigur, hvørja kós teir seta, og teir hava tætt samstarv við kommununa.

2. Skúlastjórarnir hava politikarar, sum skilja teir, og sum hava áhuga fyri skúlapolitikki.

3. Skúlastjórarnir útinna leiðslu og megna at eggja starvsfelagarnar at brúka teir møguleikar, sum eru.

– Tað týdningarmesta, sum frágreiðingin hjá okkum vísir, er, at hetta snýr seg ikki um pengar. Tað snýr seg hinvegin um klassiska leiðslu og rásarúm fyri at vera leiðsla, sigur Hye.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni