Tíðindi

Sjónlig daglig leiðsla...

Tað er hugaligt, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálráðum, orðar seg soleiðis, í útvarpinum sunnudagin 18. nov. 2018: “Sjónlig daglig leiðsla ...” og at landsstýriskvinnan heldur fast í, at alneyðugt er, at leiðsla er á lítlu skúlunum. At skúlasamstarv verður nevnt, er eisini hugaligt – kanska Mentamálaráðið tó eigur at kunna seg betur, um tað samstarv, ið longu er skipað.

19. november 2018

Eg eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla. Tá ið næmingatalið er 10, “fái” eg 133 tímar til leiðslupartin. Tað vil siga, at av teimum 1800 tímunum, ið eg, eins og allir aðrir lærarar, skal arbeiða um árið, metir Mentamálaráðið, at 133 tímar er hóskandi til “sjónliga dagliga leiðslu”. 133 tímar til 198 skúladagar? T.v.s. at sjónlig leiðsla er góðan hálvan tíma um dagin – um fyrstilærarin ikki møtir til fundir við Mentamálaráðið, mentamáladeild Tórshavnar kommunu, sosialu deild, Sernám ella í skúlaleiðarabólkum.

Hesir 133 tímarnir skulu lutast sundur í ymsar leiðsluuppgávur. Eitt er at standa fyri fíggjarliga partinum, annað er at skipa skúlaárið. Fundir eru við Mentamalaráðið, og bjóðað verður eisini javnan til fundir í Tórshavnar kommunu og í leiðslubólkum. Eg meti, at týdningarmikil partur eisini er at standa við námsfrøðiligu leiðsluni og seta út í kortið átøk, ið stimbra og menna næmingarnar og lærararnar.

Leisturin, leiðslutímar verða býttir eftir, er í “trinum”, har ein næmingur eyka kann geva nógvar leiðslutímar, meðan tað í ólukkumát ávirkar tíðina, um ein næmingur manglar í. Tí havi eg, í fyrstalærarstarvinum í Nólsoyar skúla, okkurt árið fingið 400 tímar, síðani 267 tímar og nú 133 tímar - til leiðslupartin. Uppgávurnar eru eins fjølbroyttar, tó at næmingatalið lækkar. Fundirnir eru eins nógvir, tó at næmingatalið lækkar. Hvørjar eru tá uppgávurnar, eg skal leggja til viks, fyri at standa fyri námsfrøðiliga og mennandi partinum? Hvørjar uppgávur skal eg leggja til viks, tá ið 267 tímar eru færri til nett sama arbeiðið?

Landsstýriskvinnan nevndi eisini samstarv millum skúlar, heldur enn at skúlar verða lagdir saman. Hetta dámar mær væl. Í Suðurstreymi er “SSS-samstarv” millum smáu skúlarnar. Kaldbak, Velbastað og Nólsoy hava samstarvað í nøkur ár um felags tiltøk og felags undirvísing. Í farna skúlaári vóru lærarar og leiðslur á internatskeiði, og vónandi verður hetta afturvendandi.

Samstarv er eisini millum Nólsoyar skúla og Eysturskúlan. Eysturskúlin hevur høli og lærarar at standa fyri alis- og evnafrøði og hevur eydnast okkum, í nøkur ár, at samstarva um hesa lærugrein.

Tað er einki at ivast í, at størri skúlaeindir kunnu bjóða ymsar møguleikar. Men vit skulu minnast, at smáu eindirnar eisini menna næmingarnar væl. Smærru skúlarnir fáa ikki nøktandi tímatal, men tíðin í samstarvinum millum næming og lærara er ikki at forsmáa. Møguleikarnir, næmingarnir hava at leggja fram og verða aktivur í skúladegnum, eru eisini fleiri í lítlu eindunum.

Eg meti tað verða rætt, at landsstýriskvinnan setir fokus á sjónliga dagliga leiðslu. Men so skal okkurt broytast í arbeiðstíðini, leiðslurnar fáa.

Við skúlakvøðu

Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.